Vit eru errin av at bjóða Vár Samuelsen vælkomnari á listafólkabústað á Føroya Fólkaháskúla, skrivar Háskúlin á sínum vanga á facebook.
Komandi tíðina fer Vár at arbeiða og skapa í okkara hugnaligu hølum og kreativu umstøðum á háskúlanum. Vit gleða okkum at fylgja við í arbeiðinum og síggja, alt tað spennandi sum kemur burturúr.
Vár Bænadikta Samuelsen (f. 1996) býr og lesur í London, Onglandi. Hon hevur eina BA í list frá Univeristy of Brighton og er í løtuni í gongd við sína MA í Contemporary Art Practice á Royal College of Art.
Framsýningar tey seinasta árini hava verið á Transit á The Old Waiting room, "Forms Before Dissolving" í Aspara Gallery og solo framsýningin "Móttakari" í Janus Kambans Húsi.
Umframt sítt listarliga virki, hevur hon eitt kuratoriskt projekt, Pistil Collective, har hon stendur fyri framsýningum í London. Hendan verkætlanin hevur sum endamál at skapa rammur fyri ungum nýhugsandi listafólkum í London.
Kundi tú hugsað tær koma í listafólkabústaðin?
Um tú ert listafólk og hevur áhuga í at fáa møguleikan at arbeiða og skapa í listafólkabústaðnum, ert tú vælkomin at søkja.
Send okkum ein teldupost til [email protected] fyri at frætta meira um listafólkabústaðin. Vit hava hølir til flestallar listagreinar, skrivar Føroya Fólkaháskúli.