info
Ongi úrslit

Fakta mugu vera røtt – viðmerking til Føroya Arbeiðsgevarafelag

Joel undir Leitinum
14. september 2021 kl. 14:09

Í tíðindabrævi frá Føroya Arbeiðsgevarafelag kemur felagið inn á, at Posta ongantíð hevur verið so ágangandi at bjóða seg fram á privata tænastumarknaðinum. Rætt er, at Posta er ein av fáum føroyskum logistikkfyritøkum, sum virka innlendis og millum lond. Føroyingar eiga Posta. Og tískil er kjak um okkara virksemi og um kapping á fríum marknaði í lagi. So leingi fakta eru upp á pláss.

Tá ið Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Posta eisini er limur, fer út við einum slíkum skrivi er skilagott fyrst at seta seg inn í fakta.

Fyri tað fyrsta – Posta innflytur ikki sand. Hetta sama stóð at lesa í einum heldur margháttligum lesarabrævi herfyri og verður nú endurtikið av Føroya Arbeiðsgevarafelagi. Posta er ein logistikkfyritøka og kann flyta sand á sama hátt, sum vit kunnu taka okkum av flest øðrum flutningi, um tað er tað, sum talan er um. Men tað er ikki Posta, sum er innflytari. Við felagnum North West Chartering flytur Posta fleiri stórar lastir av øllum handa slag, men tað er ikki Posta, sum eigur vøruna. North West Chartering umboðar tá tann, sum eigur lastina, og leigar hóskandi skip til ta nøgd, sum nú einaferð er at føra. Hetta fer fram bæði í kapping og í samstarvi við skipafeløgini í Norðuratlantshavi.

Fyri tað næsta – tað er rætt, at Posta hevur gjørt avtalu við Royal Arctic Line um, at Posta er teirra umboð í Føroyum. Annars stendur øllum flutningsfeløgum frítt fyri at bjóða upp á tann flutning, Posta hevur, bert tey eru kappingarfør. Tað er neyvan rætt at siga, at Royal Arctic Line er einsamalt um grønlandsflutningin, tí hesin verður gjørdur í samstarvi við Eimskip. Aftur her er fyrimunur at skilja fakta rætt. Vegna avtaluna millum Royal Arctic Line og Eimskip var treyt, at triðjipartur skuldi hava ávísa nøgd av kapasitetinum á rutuni. Part av hesum kapasiteti hevur Posta fingið í kapping við onnur útlendsk feløg. Um Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at kapping frá Posta er meira ágangandi enn frá fleiri útlendskum feløgum, hevði verið áhugavert at vitað.

Fyri tað triðja, viðvíkjandi toll-bagatellmarkninum á 300 kr. og sonevndu ’kinapakkunum’ skal stutt nevnast, at hesir pakkar eru býttir millum øll flutningsfeløgini. Tí er tað undarligt, at einans Posta verður nevnt í hesum samanhangi. Partur av hesum kemur við posti, og partur kemur við øðrum flutningsfeløgum. Tað er ongin kappingaravlagandi stuðul til Posta, at TAKS hevur ásett eitt bagatellmark fyri, nær vøra skal tollast. Inntil fyri nøkrum árum síðan var onki bagatellmark fyri luksusvørur, og tær blivu allar tollviðgjørdar, um tær so kostaðu 1 kr. Tá komu avgreiðslugjøld afturat, og tað hevði við sær, at 95% av hesum vørum fóru retur. Tað var ein kostnaður fyri øll flutningsfeløgini, sum nú einaferð skuldu gera hetta arbeiðið uttan gjald.

Tað er rætt, at Posta flytur fisk, bæði í egnum 45 fóts bingjum og sum umboð fyri onnur. Posta er ein logistikkfyritøka, har ongin uppgáva er ov lítil og ongin uppgáva ov stór, og sum flytur post og frakt, innlendis og millum lond.

Ongin skal ivast í, at Posta tekur kappingina av flutningi í størsta álvara. Posta er partafelag og hevur skyldu at arbeiða við vinningi fyri eyga.

Joel undir Leitinum,
Stjóri P/f Posta

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønland kann avtaka summartíð longu næsta ár

12 minuttir síðan
Tíðindi

SMS: Neistin vann á StÍF

42 minuttir síðan
Ítróttur

Stórt altjóða judovikuskifti í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann stórsigur á Ferizaj

1 tími síðan
Tíðindi

Vance fer ikki at hyggja um av­rætt­ing verð­ur send bein­leiðis

1 tími síðan
Hondbóltur

Gylta bjargaði 45 prosent av málroyndunum tá Skuru tryggjaði sær fyrsta sigurin

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Pætur tryggjaði StÍF javnleik í seinasta sekundinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Pápi krevur svar eftir deyðiligan harðskap – Mette Frederiksen játtar fund

3 tímar síðan
Fótbóltur

Kára og Sara skutu fyrstu málini fyri A-landsliðið

4 tímar síðan
Tíðindi

USA setir revsitiltøk í verk móti Altjóða revsidómstólinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

5 tímar síðan
Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

5 tímar síðan