info
Ongi úrslit

Hannes er nú í HIK

B36 spælarin í útlegd hevur skrivað undir sáttmála við lið í triðbestu donsku deildini

Jóannes Hansen
29. mars 2022 kl. 21:37

Skjóti B36 spælarin Hannes Agnarsson er ikki longur í barndómsfelagnum. Hann er fluttur til Danmarkar í útbúgvingarørindum, og nú hevur hann funnið nýtt felag.

Heimasíðan hjá HIK veit at siga, at Hannes Agnarsson hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við Hellerup Idræts Klub, sum vanliga verður nevnt HIK. Felagið er á áttanda plássi í triðbestu donsku deildini. Tað, sum felagið man vera mest kent fyri, er, at tað fyri umleið 60 árum síðani átti vandamiklasta danska álopsspælaran. Tað var Ole Madsen, sum verður roknaður at vera ein av bestu donsku álopsspælarunum yvirhøvur.

Heimasíðan hjá HIK skrivar, at felagið hevur skrivað eitt ára sáttmála við føroyska landsliðsspælaran, 23 ára gamla og framrættaða Hannes Agnarsson. Hann var sáttmálabundin við B36 inntil á nýggjárinum, og síðani tá hevur hann ikki verið bundin av sáttmála.

Hannes var fyrstu ferð á liðnum hjá HIK leygardagin, tá ið tað endaði við 2-1 sigri á útivølli ímóti Aarhus Fremad, og teir í HIK bera føroyska spælaranum alt gott:

-Hann er skjótur við og uttan bólt og er málrættaður spælari. Hann verður heilt víst vinningur fyri okkum, sigur venjarin Stefan Håkansson.

Hannes Agnarsson, sum higartil bara hevur umboðað B36, hevur spælt 84 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 12 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 13 dystir og skorað tvey mál, og í Europa hevur hann spælt 11 dystir og skorað tvey mál.

Í fjør varð Hannes fyri fyrstu ferð skiftur inn á landsliðið, tá ið Eysturríki var í Føroyum og vann 2-0. Hann hevur spælt fýra dystir á U-21 landsliðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Kára og Sara skutu fyrstu málini fyri A-landsliðið

36 minuttir síðan
Tíðindi

USA setir revsitiltøk í verk móti Altjóða revsidómstólinum

47 minuttir síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

1 tími síðan
Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Rotin politikkur – ella eru vit veljarar sjálvir ein partur av trupulleikanum?

2 tímar síðan
Tíðindi

Ritsalong í Gallarí Havnará - »Heystið og æviga ringrásin«

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil banna børnum at keypa orkudrykkir

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tað skal loysa seg at hava samband við arbeiðsmarknaðin!

2 tímar síðan
Tíðindi

Felags lønar­karm­ur­in verð­ur 3,86 prosent

3 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

3 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveinamyndir vísa stórar vatnflóðir í Brasil

4 tímar síðan