Liðið hjá David Geza Turi, Grimsby Town er nú fjórðfremst í League Two við 27 stigum. Teir eru bert eitt stig frá triðja plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til League One.
Í dag fekk Geza fyrsta dystin í beinini fyri Grimsby aftaná landsliðssteðgin. Á útivølli á Alexandra leikvøllinum eydnaðist tað Grimsby at vinna 3-2 á Crewe Alexandra.
Undan steðginum syrgdu Reece Staunton og Iwan Morgan fyri, at Grimsby var á odda 2-0. Stutt eftir steðgin minkaði heimaliðið um munin, men í 59. minutti skoraði Iwan Morgan á øðrum sinni fyri Grimsby. Í yvirtíðini fekk Crewe minkað um munin til 2-3.
Í seinastu seks dystunum í League Two hevur Grimsby megnaði fýra sigrar og tveir javnleikir.
Fyri leikliga avrikið í dag fær Geza frá bæði Sofascore og Flashscore karakterin: 7,0 (av 10 møguligum).
Longu týskvøldið klokkan 19.45 er aftur dystur hjá Grimsby Town. Tá verður talan um dyst á heimavølli móti Colchester.