Jóhan í Kollafirði
(grein úr Sosialinum nr. 32, 4. september 2026)
– Góðan dag og hjartaliga vælkomin til sendingina Radio Stjernekilde - The Faroes version.
– Ja, í dag fara vit at hoyra føroyskan tónleik, plátuútgávur frá fyrrutíðini. Sangir sum vit øll kenna væl og elska, og sum allir hava ávirkað okkum positivt, bæði so og so. Alt annað líka: Hvussu eitur tað nú? Eg veit at eg havi hoyrt teir allar - alt mítt lív, og eg spæli teir eisini, tá eg eri úti og spæli til borðhald og dans.
Johan í Kollafirði skrivar. Teksturin er úr sending hansara Radio Sternekilde – um fyrstu føroysku poppararnar
Soleiðis byrjaði Johan Dalsagaard, betri kendur sum Johan Í Kollafirði, sendingina Radio Stjernekilde ein leygarmorgun herfyri, har hann umrøddi fyrstu poppararnar í Føroyum – tey ungu í Havn í fimmtiárunum, sum stóru fyri tónleikarevolutiónini, sum hann málber seg.
Vit geva Johan Í Kollafirði orðið:
– Eg átti teir eisini á plátum og teir hava verið við til at formað bæði mítt lív, mínar cowboystyvlar OG mítt hár.
Tí: Onki ball uttan onkran sangin hjá Birna Dam, ongin dansur uttan okkurt við Teimum av Kamaranum og The Faroe Boys.. ja, her er bara at taka niður í bunkan.
Eg, sum tíverri kom 8 ár for seint til tað føroysku revolutiónina, var tó so heppin, at koma at kenna øll hesi fólkini seinri, við tað at til dømis fleiri høvdu tilknýti har til, sum omma og abbi í Lon búðu, og lat okkum líka nevna, at í studionum í dag er tað Johan í Kollafirði!

....og eg fari at vera verandi her, alt tað sum er eftir av sendingini í dag.
Tí hetta er Radio Stjernekilde, ein sending, sum øll somul er við at fara... í LUFTINA.
Ja, í LUFTINA!
Hvar? Føroyar, Tórshavn, Downtown!
Nær: í 50’unum...
Aftanfyri ta gomlu politistøðina í Havn liggur Bókbindaragøta við síðugøtum. Har búðu fleiri av teimum ungu, sum skuldu gerast ein partur av tónleikarevolutiónini. Ein revolutión sum skuldi fáa Føroyar inn í nútíðina.
Ikki var tað nemt, har var hvørki sjónvarp ella radio. Smartphones og teldur vóru slett ikki til. Fá høvdu bil og fá høvdu telefon: Hetta var Føroyar í steinøldini og her vóru ungdómar, í einari tíð, langt áðrenn orðið ungdómur var aksepterað.
Vit fara at møta teimum í dag: Ung fólk sum broyttu Føroyar til tað betra.
Tað vóru systkini á Kamaranum. Tað var Simme og Dia úr vesturbýnum, so var tað Birni, Leivur, Aggo, og onnur úr Eysturbýnum...
Útvarpið var júst byrjað at senda, á vári 1957. Føroyingar fingu føroyskt, men tað fanst ikki so mikið sum ein einasta føroysk pop-pláta at spæla í tí nýggja útvarpinum.
Simme, sum var granni og systkinabarn við “Tey á Kamarinum, skuldi giftast við sangarinnuni Connie Dam úr Eysturbýnum. Connie var úr musikalskari familju, gjøgnum móðurætt. Abbi hennara hevði fingið medalju frá Kongi fyri sítt tónleikaíkast til hornorkestrið.
Connie var systir Jórun og Lív og Birna Dam, hann sum kundu skriva HIT aftaná HIT.
Og øll hesi fólk komu til at forma tað, sum vit enn í dag kalla: Føroyskur poppur. Poppur frá einari tíð, har poppur ikki var til. Hesi fólk skaptu pop.

Simme hevði hitt tann nýggja útvarpsstjóran, og teir komu fram til, at jú: Ungdómurin skuldi eisini hava eina sending í tí nýggja útvarpinum: Hon kom til at eita "Av ungum fyri ung".
Nýggja sendingin mátti hava nakrar føroyskar sangir at spæla, og hugskotið um ein bandupptakara gjørdist veruligt.
Simme keypti ein Eltra upptakara, ein góðan, stabilan danskan spolabandupptakara. Tey á Kamarinum keyptu ein Tandberg. Og handilsmaðurin Hansemann, sum var bróðir útvarpsstjórans, keypti ein professionellan Tandberg. Útvarpið hevði eisini ein bandupptakara, og hesir fýra upptakararnir festu tað á band, sum vit enn í dag syngja, tá vit eru í veitslu og í dans.
Sangurin sum vit nú skulu hoyra, allarfyrst, er sangurin: Eitt sunnukvøld í Plantaguni.
Birni Dam hevði skrivað hann, og tey ungu vóru von við at spæla hann.
Til upptøkuna, sum gekk fyri seg í Losjuni á Tinghúsvegnum, har sum Dallas seinri kom at verða, kom Hansemann við sínum professionella spolabandupptakara. Tey ungu høvdu skipað seg, og tey gjørdu av, at Leivur og Aggo skuldu syngja, ímeðan Aggo, Simme og Poli skuldu spæla.
Leivur hjá Fritleif sang fyrstustemmu, Aggo sang aðrustemmu og spældi gitar. Simme spældi upp á tað klaverið sum longu stóð har, eitt gamalt klaver, og Poli úr Kollafirði spældi kontrabass.

Kontrabassurin manglaði helvtina av streingjunum, klaverið var falskt, har var ongin mixipultur, bara ein einkul mikrofon, har fólk plaseraðu seg rundanum:
Fremstur stóð Leivur. Tá upptøkan var liðug, tríggjar minuttir seinri, vistu teir ikki enn, at teir høvdu broytt Føroyar for ever - til tað betra - og at Leivur og Aggo altíð fóru at eita: Hinir, sum sungu "Sunnukvøld í Plantaguni".
Eitt sindur aftanfyri Leivur stóð Aggo, við gittara og sang, so kom Poli, og klaverið, tað mátti togast langt vekk, tí tað larmaði so illa.
Sangurin kom í tað nýggja útvarpið og bleiv eitt HIT beinavegin. Eitt spolaband bleiv sent til Norra til prentingar, og aftur komu 300 singleplátur. Sølan av teimum byrjaði hjá Hansemann klokkan 3 seinnapart og klokkan 5 var útselt. Køin var long, fólk stóðu trúføst og spent og og bíðaðu. Øll vildu hava eina plátu. Eg fekk sjálvur seinri eina.
Tað tók 4 uppløg, áðrenn tónleikararnir endiliga fingu sína plátu.
-----------
Tey ungu tá, vóru sera tónleikaáhugað og gjørdiutí Tónleikafelagið, ein klubbur har tey hittust, vandu tónleik og serliga eisini stemmur: 1. og 2. og 3 .og kanska 4. stemmu. Eg veit ikki.
Og útvarpið vildi gjarna hava fleiri sangir.
Aftur kom Birni Dam við einum HIT, hesuferð skrivaður til konufólk at syngja. Snakkað bleiv aftur og fram, og so var avgjørt, at Aggo, Simme og Poli skuldi spæla, í Losjuni. Hansemann skuldi taka upp, meðan kona Simma, Connie, vinkonurnar Erla og so daman við 1. stemmu, sum var dóttir ein eingilsmann og tí hevði tað sera coola navni: Florence Broderick, skuldu syngja.
(sangur)
Vit hava hoyrt Florence Broderick saman við vinfólkum spæla sangin hjá Birna Dam: Hvørt eitt mánakvøld.
“Eg blívi ør”, var upprunaliga heiti, men Hansemann meinti, at tað var í so sterkur tittul, so hann broytti heitið og sendi bandið til útvarpið, og til útlandið, at prenta til singleplátu.

Men hvør var Birni Dam, maðurin aftanfyri HIT omaná HIT?
Well: Hann var ungur, bara umleið 20 ár og sigldi longu úti í verðini sum telegrafistur. Hann kom javnan heim við sangum, sum hann hevði skrivað, til dømis tann næsti sangurin, sum Birni Dam syngur sjálvur: Rasmus í Gørðum.
Birni hevði arbeitt leysliga upp á hendan sangin í fleiri ár, og á veg heim úr útlondum í 1956, kom hann til Tjaldrið í Keypmannahavn, í allar seinastu løtu.
Tjaldrið legði frá landi, og Birni leyp umborð. Vinmaður og svágur hansara, Simme, sum hevði staðið og skimast eftir honum, hjálpti honum umborð: Fyrst ein gittar, so ein klæðsekk og so kom Birni Dam sjálvur umborð, á ein túr, sum skuldi gerast ógloymandi fyri tey flestu, takkað verið teimum báðum.
Simme, sum var fimm ár eldri enn svágurin, hevði verið úti í verðini og roynt seg sum yrkistónleikara.
Tað tók eina góða løtu at sigla til Føroyar, báturin var stúgv stappandi fullur av fólki, tí hetta var ein jólatúrur. Birni Dam og Simme blivu bidnir um at spæla og undirhalda, og teir so gjørdu, uppá gitar, harmoniku og sang.

Birni Dam vildi avprøva ein sang ,hann hevði gjørt nakað fyri, men sum ikki ordiliga vildi rigga. Søgan sigur, at hann og Simme fóru niður undir, í kahyttina, at skriva sangin betri, og klokkan 04 mitt á nátt komu teir aftur inn í ballið, hesuferð við einum HIT, sum rungar enn tann dag í dag:
Vit hoyra Birna Dam syngja og spæla gitar, Simme spælir trummur, Jákup Luth spælir annan gitar, Poli spælir aftur her bass, og Connie og Jórun, systir hennara, syngja í bakgrundini.
Calypso var sera populert í fimtiárunum, og tað hoyrist týðuliga aftur á taktini.
(Og so hoyra vit Rasmus í Gørðum)
Vit hava hoyrt Birna Dam syngja sín egna sang: Rasmus í Gørðum. Sangurin bleiv eitt stormandi HIT og blástist langt út um Føroyar og bleiv umsettur og innspældur og kendur bæði í Norra, Svøríki, Danmark og Íslandi. Ja, man kundi enntá keypa nótar til sangin "Rasmus den Runde".
-------------
Birni Dam helt á at skriva Hits, og longu árið eftir, í 1958, var aftur eitt "Birni Dam HIT" at hoyra. Tað vóru tey nýgiftu Simme... og Connie Dam sum nú æt Connie Jacobsen, systir Birna Dam, sum upptóku sangin "Á Bátadekki", skrivaður av Birna Dam, sum júst gekk á bátadekki og skrivaði um tað sama.
Simme, sum dugdi at spæla uppá alt, arrangeraði eina upptøku í køkinum hjá teimum, á Landavegnum. Hansara nýggi Eltra spolabandupptakari kom endaliga til sín rætt.

Hetta var fyrstu ferð at tað nýforelskaða sangparið skuldi syngja duet. Simme spældi gitar, Poli Debes spældi bass, og Svenn Bak, ein danskari sum arbeiddi í Føroyum, spældi harmoniku.
Sangurin kom út og bleiv ein kvøðuljómaslagari.
Sangir blivu innspældir alla tíð, útvarpið sendi teir um alt Føroyar, singleplátur vóru til sølu og øll vóru glað.
Birni Dam, maðurin sum skrivaði øll hittini, var sjáldan heima, men tá hann var, bæði sang hann inn og var við hinum, at spæla til dans.
Ein sjelari hjá Birna, sum hann sjálvur syngur, er sangurin “Nú í kvøld”.
(So hoyra vit sangin)
Vit hava hoyrt Birna Dam sjálvan syngja her, egna sangin: “Nú í Kvøld”.
Birni spældi gittar, og tað gjørdi Jákup Luth eisini. Poli spældi bass, og Connie og Jórun sungu kór.
--------------------

Samstundis, í Perskonugøtu í Havn, hendi nakað heilt annað:
Langt uttanfyri býin, ein heilan kilometur niðan eftir Landavegnum, sótu nakrir mans og hugnaðu sær eitt kvøldið og sungu, serliga svenskar sangir. Teir vóru starvsfelagar. Hetta var heima hjá beiggjunum Dia og Regin Jacobsen. Regin Jacobsen sum altíð var so vælumtóktur at spæla harmoniku til ballir.
Til stuttleikar umsettu teir ein sang til føroyskt.
Pápi teirra, sum sat í køkinum, hoyrdi hetta og yvirtalaði teir til at taka sangin upp, og tað gjørdu teir.
Dia og Regin spæla munnharpu og Jákup Luth, sum var við allastaðni, spælir gitar.
Eg átti sjálvandi eisini hesa singleplátina, og sangurin hjá Dia, har hann faktiskt skemtar, við at gera sær ein amerikeynskan accent, gav mær hugskotið til, at sangir saktans kunnu vera stuttligir.
(So hoyra vit sangin »Amerikubrævið)
Vit hava hoyrt maskinmeistaran Dia Jacobsen, her við sanginum Amerikabrævið.
(framhald)
