Tann 16. september eru 90 ár liðin, síðani ein av kendastu skipsvanlukkunum undir Íslandi fór fram.
Franska rannsóknarskipið Pourquoi-Pas? var á veg úr Íslandi, tá tað kom út fyri einum ógvusligum ódnarveðri og fórst við Mýrar í Borgarfirði vestanfyri.
Umborð var kendi franski pólgranskarin og vísindamaðurin Jean-Baptiste Charcot.
Bara ein maður kom livandi frá vanlukkuni. Íslendskar og franskar keldur telja vanliga 40 deyð, hóast ymiskar eldri uppgerðir hava eitt sindur ymisk tøl.
Men søgan um Pourquoi-Pas? hevur eisini ein føroyskan part.
Væl kent skip í Havn
Charcot hevði í fleiri áratíggju ferðast á rannsóknarferðum í póløkjunum, og Føroyar vóru fleiri ferðir á leiðini.
Longu í 1901 sigldi hann til Føroya og gjørdi skrásetingar fyri fronsku sjóverjuna. Árið eftir kom hann aftur til Føroya í sambandi við eina kanning av krabbameini í oyggjunum.
Pourquoi-Pas? vitjaði eisini seinni í Havn.
Í Siðsøguni í Sosialinum hesa vikuna greiðir Óli Jacobsen frá, at skipið lá á Havnini frá 26. til 27. juli 1936 – bara góðar sjey vikur áðrenn vanlukkuna undir Íslandi.
Og tað var ikki bara fyri at taka kol og vistir.
Sambandið millum Charcot og Føroyar var vorðið persónligt.

Katólski presturin var gamal vinmaður
Óli Jacobsen greiðir millum annað frá sambandinum millum Charcot og katólsku prestarnar í Føroyum.
Tá Pourquoi-Pas? lá í Havn í 1936, skrivaði Dimmalætting, at Charcot var ein gamal vinmaður hjá katólsku prestunum í Føroyum. Presturin Alex Kons hevði enntá verið við á einari rannsóknarferð hjá Charcot til Grønlands.
Hetta var seinastu ferð, Pourquoi-Pas? vitjaði í Føroyum.
Nakrar vikur seinni fór skipið úr Reykjavík við kós móti Keypmannahavn. Veðrið var gott, tá farið varð avstað, men tað broyttist skjótt.
Um náttina gjørdist veðrið so ringt, at skipið misti tamarhaldið.
Tíðliga um morgunin 16. september fór Pourquoi-Pas? á sker og varð sorlað sundur.
Ein maður kom frá tí við lívinum
Bara ein av monnunum umborð, Eugène Gonidec, kom livandi frá vanlukkuni.
Vanlukkan gjørdi djúpt inntrykk í Íslandi. Charcot var væl kendur og høgt virdur har eftir mongu rannsóknarferðir sínar, og tá minningarhald seinni varð hildið í Reykjavík, vístu íslendingar teimum deyðu serligan heiður.
Í Siðsøguni í Sosialinum greiðir Óli Jacobsen nógv meira frá dramatisku seinastu ferðini hjá Pourquoi-Pas?, føroyska sambandinum hjá Charcot, manninum sum einsamallur yvirlivdi – og hvussu íslendingar reageraðu eftir eina av størstu skipsvanlukkunum í íslendskari søgu.
Les alla Siðsøguna í Sosialinum hetta vikuskiftið.