Leitisstein í Runavík hevur snarað lyklinum, og starvsfólkini eru farin til hús.
Tað váttar Hendrik Egholm, ein av eigarunum í fyritøkuni, fyri Kringvarpinum.
– Tað hongur ikki saman fíggjarliga, og tí hava vit valt at steðga virkseminum, sigur hann.
Leitisstein er gamla familjufyritøkan Zacharias Leitisstein P/F, sum hevur røtur heilt aftur til 1959 og hevur arbeitt innan hita, vatn, sanitet og ventilatión.
Fyritøkan fekk nýggjar eigarar í 2023, tá Hendrik Egholm og Rúni Vang Poulsen keyptu hana.
Tá søgdu nýggju eigararnir við in.fo, at ætlanin var at menna fyritøkuna víðari. Millum annað skuldi størri dentur leggjast á grønar orkuloysnir sum hitapumpur og jarðhita.
Ætlanin var eisini at flyta virksemið úr gamla bygninginum mitt í Runavík og út á Rituvíksháls, meðan gamli bygningurin skuldi byggjast um til íbúðir.
Nú, góð trý ár eftir eigaraskiftið, hava eigararnir valt at steðga rakstrinum, tí hann ikki longur hongur saman fíggjarliga.
Enn er ikki greitt, hvussu nógv starvsfólk eru rakt, ella hvat nú fer at henda við felagnum og teimum arbeiðum, sum Leitisstein hevur havt í gongd.
Leitisstein hevur virkað í føroysku HVS-vinnuni í 67 ár.