info
Ongi úrslit

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum hevur framvegis fult stigatal

CSM Bukarest vann greiðan sigur á útivølli

Heri Simonsen
Í gjár kl. 17:50

Seinnapartin spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í CSM Bukarest dyst á útivølli í triðja umfarinum í bestu rumensku hondbóltsdeildini.

CSM Bukarest vann greiðan 30-21 sigur á CSM Târgu Jiu. Heimaliðið var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var CSM Bukarest á odda 16-13.

Pernille fekk eina málroynd, og hon setti bóltin í netið tá. Í verjupartinum var hon noterað fyri at hava blokkerað tvey skot hjá mótstøðuliðnum.

CSM Bukarest er fremst í deildini við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Í Rumenia geva tey trý stig fyri ein vunnan dyst. 

Leygardagin klokkan 15 hevur CSM dyst á heimavølli í bólki A í Champions League. Mótstøðuliðið er Buducnost úr Montenegro, ið fyribils má klára seg uttan Súnu K. Hansen.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

5 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

18 minuttir síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

2 tímar síðan

Myndir: Tingfundur 10.09.26

29 minuttir síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Listafólkabústaður á Føroya Fókaháskúla!

14 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

17 minuttir síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir vunnu stórsigur

24 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Tingfundur 10.09.26

28 minuttir síðan
Tíðindi

Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna

44 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

1 tími síðan
Tíðindi

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

1 tími síðan
Uttanlands

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

2 tímar síðan
Tíðindi

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Danski Tjóðbankin hækkar eisini rentuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Impulsskeið: Føroyar í altjóða spælinum

4 tímar síðan