info
Ongi úrslit

Livar og hini greiddu næmingum frá ætlaðu víkingaferðini

Ætlaða víkingaferðin við Naddoddi av Tvøroyri til Noregs er útsett, m.a. orsakað av veðri, men tó er manningin klár og í gongd.

Dagfinn Olsen
19. august 2024 kl. 20:19

Í gjár var alment tiltak í SALT á Drelnesi, har greitt var frá ætlaðu ferðini, har rógvast skal í Naddoddi av Tvøroyri til Noregs. Tað er Explorer Club frá 1904, ið stendur fyri ferðini, har Livar Nysted er ein av luttakarunum.

Í dag vóru allir skúlar í Suðuroynni í SALT, fleiri hundrað næmingar, har teir hoyrdu um ætlaðu ferðina við Naddoddi av Tvøroyri. Eisini hoyrdu teir um undanfarnar ferðir, ið skiparin Andy hevur verið á og ikki minst, so var roynt at greiða frá hesum við útferðarhugi, og hví tað er neyðugt við slíkum kanningarferðum, og roynt var at kveikja og erta forvitnið hjá ungu ættarliðunum.

Manningin er henda: Andy Fitze, skipari úr Sveis, Livar Nysted, havrógvari úr Hvannasundi, Karla Dana, víkingafornfrøðingur úr Meksiko, búsitandi í Florida, USA, Saeny Blaser, fotografur úr Sveis, Georg Aebi og Martin Fitze.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, endaðu løtuna við heilsu til manning og áhoyrarar.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

SVT-valforsøgn: Reyðgrønu vinna valið í Svøríki

3 minuttir síðan
Tíðindi

Bøta um korini hjá føroyskum lesandi í Danmark

30 minuttir síðan
Fótbóltur

Adrian skoraði tvey mál tá Horsens vann seg víðari í steypakappingini

42 minuttir síðan
Fótbóltur

Geza leingir sáttmálan við Grimsby Town

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroysk­ar virð­is­løn­ar­vón­ir og norð­ur­lendsk­ur sjón­varps­áhugi

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

3 tímar síðan
Tíðindi

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør

4 tímar síðan
Tíðindi

Stúra fyri ikki at fáa nóg nógv skikk­að starvs­fólk á røktar­heimini

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Fornuftin má ráða – ikki kenslurnar

6 tímar síðan
Tíðindi

Ozonholið er størri enn Antarktis

6 tímar síðan
Minningarorð

Minningarorð: Katrin Dahl hevur laðað nógvar varðar eftir seg

6 tímar síðan
Tíðindi

60 eru deyð í námsvanlukku í Sudan

7 tímar síðan