info
Ongi úrslit

Løgmaður etur døgurða saman við kongi í kvøld

Fríðrikur X kongur hevur boðið trimum fólkum við maka heim til sín privat til døgurða í kvøld – ein teirra er Aksel V. Johannesen, løgmaður

Eirikur Lindenskov
19. januar 2024 kl. 18:53

Í kvøld hava nýggju kongshjúnini boðið teimum trimum fremstu fólkunum í teimum trimum londunum í kongaríkinum til ein privatan døgurða heima hjá teimum í Frederik VIII's Palæ á Amalienborg.

Einki er komið alment fram um hendan døgurðan, tí talan er um ein privatan døgurða, sum kongshjúnini hava boðið Mette Frederiksen, forsætisráðfrú við manninum Bo Tengberg, Aksel V. Johanensen, løgmanni, og konuni Katrin Apol, og Méte B. Egede, landsstýrisformanni og konuni Sara Biilmann Egede.

Tá ið Fríðrikur X varð tilnevndur kongur sunnudagin, vórðu løgmaður og landsstýrisformaðurin í Grønlandi eisini bodnir við millum tey heilt fáu, sum vóru við til hátíðarhaldi á Christiansborg beint eftir fundin í Statsráðnum, har Margreta drotning legði frá sær.

Okkurt bendir á, at danska stjórnin hjá Mette Frederiksen hevur lagt stóran dent á at hava Føroyar og Grønland við, tá stórar avgerðir verða tiknar og tá stórar hendingar eru í  Danmark, so sum trónuskiftið seinasta sunnudag. Okkurt bendir eisini á, at kongshúsið ger tað sama, tá kongur soleiðis bjóðar teimum trimum stjórnarleiðarunum í ríkinum heim til sín privat til døgurða – fimta dagin hann er kongur í Kongaríkinum Danmark.

Hóast vit ikki hava fingið tað váttað, at tey trý pørini eru boðin til døgurða, so veit in.fo fyri heilt víst, at tey í hesi løtu eru í Frederik VIII's Palæ á Amalienborg, har tey eta døgurða, sum tey vórðu boðin til klokkan 19 danska tíð.

Sosialurin kunngjørdi síðsta fríggjadag eina veljarakanning, sum vísti, at føroyingur í stóran mun stuðla kongi – og beinleiðis spurd svaraðu 70 prosent av teimum spurndur, at tey fata Fríðrik X sum sín kong.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Laksurin dregur útflutningin upp – makrelurin nógv niður

7 minuttir síðan
Ítróttur

KÍ hevur skrivað undir við nýggjan venjara

41 minuttir síðan
Tíðindi

Sjúkrabilastøðin í Vágum skal mannast við tveimum alt árið

1 tími síðan
Fótbóltur

U17: EM-undankapping og venjingardystur móti Japan

2 tímar síðan
Tíðindi

Konsert í Funnings kirkju leygardagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Kensluborið at siga farvæl eftir hálva øld

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza fær tvífaldan heiður fyri góðu avrikini í september

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava mammografi niður til 45 ella 40 ár

3 tímar síðan
Lýsingagrein

Faroe Sheep í Sandavági selur vørur úr seyðaskinni

4 tímar síðan
Tíðindi

Fyrireikingar til jólini eru í gongd

4 tímar síðan
Tíðindi

Farmaskipið Akranes er handað Smyril Line

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava veiðigjaldið at fylgja veruliga fiskaprísinum

5 tímar síðan