info
Ongi úrslit

Oddagrein: Tøgn um russar úr Tinganesi

Tey vóru so andbráð. Andstøðuleiðarar og Miðflokkur og gamla Sjálvstýri. – Vit skuldu ikki samstarva við bøðilin Put­­­in ella á nakran hátt hjálpa russum utt­­an í neyðstøðu. Vit skuldu onga fiski­veiði­av­talu hava við Russland.

Oddagrein í Sosialinum
22. januar 2023 kl. 08:09

Tá Sosialurin 28. oktober í fjør spurdi øll ting­fólk um russarasáttmálan, vóru tað bara trý tingfólk, sum tordu at siga ja. Tvey teirra vórðu ikki afturvald, Edva Jaocbsen og Frimodt Rasmussen.

Men alt broyttist, tá Bárður á Steig Niel­sen skrivaði út nýval. Nú kundi tað bíða, hildu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, tá Bárð­ur Nielsen og hansara fólk einki alternativ høvdu fyrireikað. Støða Føroya tyk­ist ikki sørt lunkað mótvegis Russlandi. Kanska umberingin heldur, at undanfarna lands­stýri einki hevði fyrireikað til tess at strika avtaluna við Russland overnight. Men tað ætlaði und­an­farna landsstýri ikki.

Russland heldur fram við at drepa fólk í Ukraina. Síðsta vikuskiftið hevur hesin stóri samstarvsfelagi Føroya til dømis bumb­að eini íbúðurhús í Dnipro, har 72 í­búð­ir skramlaðu saman, og 60 sivilfólk lótu lív. Púra ósek fólk, eisini børn. Putin er jú ikki bara ein kyniskur drápsmaður. Hann er eisini barn­a­mordari, kvinnumordari – ella stutt sagt eitt vit­uggi, sum eigur at verða settur til svars fyri ill­gerð­ir sínar.

Men í Føroyum liggja russisk skip trygg við bryggju. Tey fáa tað, teimum tørvar frá vinunum í Føroyum. Og í Havn liggja skip­ini ikki bara við bryggju, tey verða eis­ini tik­in upp á skipasmiðjuna, har kønar hend­ur gera umvælingararbeiði fyri russ­ar. Alt koyrir upp á tað allar fagr­asta, uttan at nak­ar leggur fót fyri russiska virk­semi í Føroyum. Hví broyttu vit øll hugs­an, bara tí at Tjóðveldi og Javn­að­ar­flokk­urin skuldu hava sama pol­itiska vinn­ing, sum fráfarni løgmaður?

Hvussu leingi skulu vit bíða eftir lands­stýr­i­num? Líka til tey koma til ta nið­ur­støðu, at tey, eins og Bárður Nielsen, eisini verða ov sein til alternativu loysnina næsta ár?

Tað er lítið hugaligt at síggja devulskapin hjá Russlandi, sum ikki virðir menniskju – og so slett ikki Gud. Men vit gera einki. Fara kanska at hugsa sum Martin Niemöller segði á sinni: »...og so komu tey eftir mær, tí tá var eingin eftir at mótmæla...«

(Yrkingin hjá Marin Niemöller var soljóðandi):

MÓTMÆLI

Fyrst tóku teir

jødarnar

og eg

mótmælti

ikki

tí eg var

ikki jødi

síðani tóku teir

kommunistarnar

og eg

mótmælti ikki

tí eg var ikki

kommunistur

síðani tóku teir

fakfelagsfólini og eg

mótmælti ikki

tí eg var

ikki fakfelags-

maður

síðani tóku

teir meg

og tá var

eingin eftir

sum kundi

mótmæla

Martin Niemöller

prestur

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Amnesty Tónar 35 ára Fagnaðarkonsert

24 minuttir síðan
Tíðindi

Í myndum: Zelenskyj á vitjan í Danmark

36 minuttir síðan
Tíðindi

40 filmsfólk savn­ast í Før­oy­um um nýggj­ar heim­ild­ar­filmar

39 minuttir síðan
Tíðindi

Seks nýggj­ar barna­bøk­ur frá Bóka­deild­ini – helvt­in eru upp­runa­før­oyskar

52 minuttir síðan
Tíðindi

Turkur tømir størsta vatngoymsluvatnið í Cornwall

1 tími síðan
Fótbóltur

Steinar er nýggjur formaður á Skála

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit hava hvønannan

2 tímar síðan
Tíðindi

Mette Fred­erik­sen: ES-stovn­ar­nir skulu standa í mið­depl­i­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt stig móti tryggari farleið

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilar ýla allan vegin um Suðuroyarfjørð

2 tímar síðan
Tíðindi

Her er EM-hópurin hjá Danmark

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Kalsoyartunnilin má ikki seinka Vestmannatunlinum

2 tímar síðan