info
Ongi úrslit

Spurningurin er um Jenis av Rana skal koyrast úr starvi

Tey gomlu, tey sjúku og tey veiku, hava offrað seg fyri felagsskapin, men tað vil Jenis av Rana ikki, staðfestir løgtingsmaður

Áki Bertholdsen
20. mai 2021 kl. 15:02

Kann Jenis av Rana halda fram sum landsstýrismaður, tá ið hann gongur ímóti tilmælunum frá myndugleikanum, og landsstýrinum, um at lata seg koppseta? Tað er spurningurin, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú skal svara alment upp á.

Jenis av Rana, landsstýrismaður og lækni, slepti eini bumbu í gjár, tá ið hann kunngjørdi, at hann ætlar ikki at lata seg koppseta fyri koronu enn, tí tað er óvist, hvussu trygt koppingarevnið enn. Og nú hevur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, reist málið á Løgtingi og í hesum sambandi vil hann hava løgmann at greiða frá alment um hann heldur, at Jenis av Rana kann halda fram sum landsstýrismaður aftan á hetta her.

Bárður á Steig Nielsen skal eisini greiða frá um hann heldur, at úsøgnin hjá landsstýrismannin kann fáa avleiðingar fyri arbeiðið at koppseta føroyingar.

Aksel V. Johannesen, sigur, at samstundis sum Jenis av Rana sáar iva um koppingarevnið, hevur hann eisini verið við á tíðindafundum, har landsstýrið hevur stongt Føroyar fyri at verja fólkið móti koronu. Hetta hevur verið dýrt, bæði peningaliga og menniskjaliga – ikki minst fyri tey mongu eldru, sum hava sitið avbyrgd í langa tíð, sigur løgtingsmaðurin.

– Tilmælini frá heilsumyndugleikunum eru greið. Skulu vit basa koronu, og fáa okkara frælsi aftur, er neyðugt, at vit koppseta okkum, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann vísir á, at tað er altíð ein váði við koppsetingum, men váðin er lítil. Og nú, tá ið tey gomlu, sjúku og veiku, hava latið seg koppsett, og hava offrað sítt fyri felagsskapin, kemur landsstýrismaðurin sum ketta úr høvdatrog og sigur teimum, at tað, tey hava gjørt, er so mikið vandamikið, at hann sjálvur ikki ætlar at gera tað sama.

– Hann hevur ongar ætlanir um at ofra seg sjálvan fyri felagsskapin, staðfestir Aksel V. Johannesen.

Hann vísir á, at sambært okkara heilsumyndugleikum, og heimsheilsustovninum, WHO, er vandin at doyggja, ella verða raktur av langtíðarárinum av koronu, nógvar ferðir størri enn ein teoretiskur vandin fyri at fáa álvarsom langtíðarárin av koppseting.

Hann sigur, at gera fólk yvithøvur tað sama, sum landsstýrismaðurin ger, høvdu kostirnir verið tvinnir. Antin skulu okkara veikastu byrgjast inni og samfelagið skal latast fullkomiliga aftur í nógv ár. Ella lata vit koronu ferðast frítt í samfelagnum við teimum ógvusligu avleiðingunum, sum tað nú einaferð hevði havt.

– Avgerðin hjá landsstýrismanninum - og at hann boðar frá henni alment - ger sjálvandi, at onnur kunnu fara at aftra seg við koppseting, sigur Aksel V. Johannesen.  

Her er ein landsstýrismaður, ið beinleiðis gongur móti tí, okkara heilsufakliga serfrøði, og alheimsserfrøðin á heilsuøkinum, mælir til. Við síni útsøgn gongur landsstýrismaðurin ímóti tilmælunum hjá bæði serfrøðini og landsstýrinum sjálvum og tí er tað ein spurningur um hann kann halda fram heldur Aksel V. Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

22 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

22 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Fimm stig til KÍ og tvey stig til Víking

4 minuttir síðan
Lesarabrøv

Gegnið ella ikki og eldradepil í Kollafirði

5 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens er eitt stig frá ovara endaspælinum

6 tímar síðan
Tíðindi

HK vann og Stjarnan tapti

6 tímar síðan
Tíðindi

Oddaliðini økja

7 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

7 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

7 tímar síðan
Tíðindi

Minningarhald í Klaksvíkar kommuna

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Íløga í framtíðina

7 tímar síðan
Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

8 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

9 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

9 tímar síðan