info
Ongi úrslit

Stríðið er akkurát byrjað

Nú fara vit at lurta eftir, hvat landsstýrismaðuri hevur at siga

Áki Bertholdsen
21. juni 2021 kl. 11:06

Enn er stríðið ikki av. Tvørtur ímóti er tað bara byrjað. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum eftir semjuna leygarkvøldið ímillum pedagogarnar og arbeiðsgevararnar. Løgtingið hevði annars eitt uppskot til viðgerar um at fáa fleiri pedagogar til arbeiðis á stovnum undir Almannaverkinum, og tað fekk fakfeløgini at hótta við tiltøkum. Uppskotið varð kortini tikið aftur, tá ið semjan varð skrivað undir.

Men enn er hundurin ikki meiri enn hálvbardur, tí Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í almannamálum, hevur boðað frá, at hann vil hava eina varandi skipan, so at tey veikastu í samfelagnum ikki verða so hart raktir, tá ið verkfall er. Hann vónar at tað kann gerast í samstarvi við fakfeløgini, men eydnast tað ikki, er hann sinnaður at tvinga tað ígjøgnum við lóg.

Súni Selfoss sigur, at nú fer arbeiðsbólkurin, fakfeløgini settu í sambandi við pedagogverkfallið, at taka saman um hetta verkfallið Men tað er eisini greitt, at tey fara at viðgera ætlanina hjá Helga Abrahamsen um at finna eina fasta skipan fyri, hvussu undantøk skulu gevast í eini verkfalli. Hann sigur, at endamálið er, at øll fakfeløgini verða kallað saman at viðgera støðuna.

Formaðurin í Starvfelagnum sigur, at hetta er eitt mál sum tey taka í líka stórum álvara sum tey tóku tað, táið Løgtingið legði upp í verkfallið hjá pedagogunum. Og hann sigur, at endamálið er, at fakfeløgini aftur koma við eini felags fráðboðan í sambandi við ætlanina hjá Helga Abrahamsen.

– Ætlanin at leggja upp í pedagogverkfallið, var bara byrjanin, men tað er langt frá liðugt, sigur Súni Selfoss. Annars vil hann einki siga um longu nú um ætlanina hjá Helga Abrahamsen, men hann sigur, at talan er um eitt mál, feløgini taka í størsta álvara. So er spurningurin, hvat landsstýrismaðurin ætlar, og so taka vit tað haðani frá, sigur hann

Ein slík skipan er gjørd fyri Strandferðsluna, at trygd er fyri, at Smyril siglur minst ein túr um dagin, hóast verkfall er og samstundis verður eisini siglt upp á útoyggjarnar. Afturfyri fær manningin so eitt lønarískoyti.

Men Súni Selfoss vil ikki siga longu nú um tað er ein máti, fakfeløgini kunnu góðtaka á fleiri økjum. Verkfalsrætturin er ikki til sølu, men so fáa vit at síggja, hvat landsstýrismaðurin kemur við, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Í gjár kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

8 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Landið vil spara sjey milli­ón­ir – komm­unur­ missa inntøkur

1 tími síðan
Tíðindi

Í Vágsbotni við grøði av Sandi

1 tími síðan
Tíðindi

Páll Guð­laugs­son: Før­oyski tjóð­sang­ur­in rør­ir tað innasta í mær

2 tímar síðan
Tíðindi

Smáligt hjá partrolarum og djúpvatnstrolarum

2 tímar síðan
Tíðindi

A-landsliðið hjá monnum vitjaði løgmann

2 tímar síðan
Tíðindi

Haldið fingr­ar­nar burt­ur frá kommunu­kassa­num hjá Tórs­havnar Kommunu

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein bláur trí­part­ur fyri føroyska fiskivinnu?

3 tímar síðan
Tíðindi

Vitja vísindavøkuna ár eftir ár

4 tímar síðan
Tíðindi

Nú eru flestu línuskip í føroyskum sjógvi

4 tímar síðan
Tíðindi

Semja um felags royndar­verk­ætlan fyri venj­ing í Suðuroy

4 tímar síðan
Tíðindi

Eysturkommuna á Seatrade í Las Palmas

5 tímar síðan
Fótbóltur

Gunnar er nýggjur liðformaður

5 tímar síðan