Svarið hjá landsstýrismanninum gevur onga tíðarætlan fyri breiðkanina, men eftir ætlan verður vegurin til Hellurnar asfalteraður í desember.
Umleið 4,5 kilometrar av Oyndarfjarðarvegnum eru framvegis einbreytaðir við møtiplássum. Síðuvegurin til Hellurnar er eisini smalur og er sambært Landsverki helst tann parturin, sum hevur størstan tørv á at verða breiðkaður.
Tað kemur fram í svarinum hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, til Sámal Petur í Grund, løgtingsmann. Hann spurdi millum annað, hvørjar trygdarábøtur kunnu gerast beinanvegin, og nær ein ítøkilig ætlan fyri vegirnar kann væntast.
Landsverk metir samlaða kostnaðin til umleið 69 milliónir krónur uttan váðaískoyti. Stovnurin mælir til at játta eina størri upphædd til ein ávísan veg í senn, so arbeiðið kann fevna um eitt longri strekki. Í svarinum verður eingin nýggj játtan til breiðkan nevnd.
Meginparturin av bilverjuni er gamal
Umleið 2.850 metrar av bilverju eru settir upp fram við vegnum. Meginparturin er gamal og eigur at verða dagførdur. Sambært reglunum, sum galda í dag, hevði eisini verið neyðugt at seta bilverju upp fleiri staðni. Til tess hevði vegjaðarin skulað verið breiðkaður.
Teir seinastu 700 metrarnir av vegnum inn móti Oyndarfirði vórðu breiðkaðir frá 2018 til 2020. Løgtingið játtaði eina millión krónur í 2018, men arbeiðið gjørdist meira umfatandi enn mett. Peningur varð fluttur frá øðrum lidnum arbeiðum, og samlaði kostnaðurin endaði á 3,8 milliónum krónum.
Asfalteringin av vegnum til Hellurnar er boðin út og skal eftir ætlan gerast í desember. Landsverk væntar at brúka umleið 500.000 krónur til arbeiðið í ár.