Tíðindastovan AFP veit í morgun at siga, at higartil eru 60 fólk deyð í einari námsvanlukku í Sudan.
Sambært tíðindastovuni hendi vanlukkan í syðra parti av landinum.
Tað var eitt gullnám sum rapaði.
AFP hevur tíðindini frá tveimum námsarbeiðarum, sum yvirlivdu vanlukkuna.
Sagt verður, at fleiri fólk eru saknað, og tí verður stúrt fyri, at talið av deyðum fer at veksa.
Al-Zaraa-námið nærindis býnum El-Nahud byrjaði at rapa í gjár.
- Í dag eru 60 lík fingin upp úr náminum, veit AFP at siga í morgun.