Tilsamans eru 1,2 milliardir danskar krónur settar av til nýggj átøk og íløgur í Grønlandi í tíðarskeiðnum 2026 til 2029. Av hesum fara 425 milliónir krónur sum stuðul til Greenland Airports International, skrivar CHECK-IN.DK.
Í ár fær flogvallarfelagið 49,8 milliónir krónur, og hvørt av teimum trimum komandi árunum verða 125 milliónir krónur latnar.
Danski staturin eigur 33,3 prosent av Greenland Airports International. Felagið rekur nýggja flogvøllin í Nuuk og skal eisini reka nýggja altjóða flogvøllin í Ilulissat, sum eftir ætlan letur upp síðst í oktober í ár.
Stuðulin kemur eftir eitt roknskaparár við stórum undirskoti. Hóast rakstraravlopið hjá Greenland Airports International var umleið 133 milliónir krónur í 2025, endaði ársúrslitið við einum halli upp á meira enn 2,4 milliardir krónur.
Orsøkin var serliga niðurskrivingar av virðinum á nýggju flogvøllunum upp á næstan 2,7 milliardir krónur. Mett varð, at flogvallirnir ikki kunnu skapa ta inntøku, sum upprunaliga varð væntað.
Kanna møguleikan fyri flogvølli í Ittoqqortoormiit
Avtalan snýr seg ikki bara um stóru flogvallirnar.
Í 2027 verða 20 milliónir krónur settar av til forkanningar av einum djúpvatnshavnarlagi í Qaqortoq og møguleikanum fyri at gera eina lendingarbreyt í Ittoqqortoormiit – Scoresbysund – í Eysturgrønlandi.
Har búgva bara umleið 324 fólk. Í dag hevur býurin tyrlupláss, og ferðafólk flúgva til Nerlerit Inaat, umleið 40 kilometrar frá býnum, og síðani víðari við tyrlu. Tyrlutúrurin tekur umleið tíggju minuttir.
Veðurviðurskiftini við kava, vindi og vetrarmyrkri kunnu tó gera tyrluflúgvingina trupla. Leingi hevur tí verið tosað um at gera ein veruligan flogvøll nærri Ittoqqortoormiit.
Við nýggju játtanini verður nú farið undir at kanna tann møguleikan nærri.