info
Ongi úrslit

Fornuftin má ráða – ikki kenslurnar

Nú verður aftur tosað stórt um “tjóðarsemju”, føroyskan stat, EFTA-limaskap og alt tað, sum eftir øllum at døma skal gerast møguligt, bara vit broyta okkara ríkisrættarligu støðu.

Johan Dahl
16. september 2026 kl. 11:50

Men hvat er tað í veruleikanum, hesir flokkar leggja upp til?

Tá Føroyar skulu gerast ein sjálvstøðugur statur, so tosa vit um eina grundleggjandi broyting av okkara ríkisrættarligu støðu – tað, sum vit vanliga hava kallað loysing.

Og tað undrunarverda er, at hetta verður kallað ein tjóðarsemja, hóast meiningakanningar ferð eftir ferð vísa, at ein meiriluti av Føroya fólki ikki ynskir loysing, men víðkaðar og dagførdar karmar innanfyri ríkisfelagsskapin. Ein politisk semja millum flokkar er ikki tað sama sum ein tjóðarsemja.

EFTA verður samstundis nærum umrøtt sum tann heilagi gralurin, ið skal loysa okkara avbjóðingar við marknaðaratgongd og handilsavtalum.

Men veruleikin er nógv meira samansettur.

EFTA-limaskapur er ikki eitt sjálvvirkandi atgongumerki til allar handilsavtalur hjá EFTA. Nýggjur limaskapur krevur góðkenning frá EFTA-londunum, og at gerast partur av verandi fríhandilsavtalum krevur eisini samráðingar og samtykki frá pørtunum í teimum einstøku avtalunum.

Og uppaftur týdningarmiklari fyri Føroyar: fiskivinna og landbúnaður eru júst øki, sum ikki eru fevnd av fríu vørurørsluni í EBS á sama hátt sum vanligar ídnaðarvørur. Tað eigur at fáa okkum at steðga á, tá fiskur er sjálvt grundarlagið undir føroyska útflutningsbúskapinum.

Sjálvandi skulu vit arbeiða fyri betri marknaðaratgongd. Sjálvandi skulu vit hava størri uttanríkispolitiskt rásarúm. Og sjálvandi skulu Føroyar hava so sterka altjóða umboðan sum gjørligt.

Men skulu vit loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum fyri at fáa eitt føroyskt skelti á hurðina í fleiri altjóða felagsskapum, uttan at hugsa um, hvat tað annars inniber av konsekvensum sum heild?

Tað haldi eg er at venda málinum á høvdið.

Vit hava longu prógvað, at tað ber til at vinna Føroyum størri altjóða heimildir innan verandi ríkisrættarligu støðu. Tað er staðfest, at ríkisrættarliga støða Føroya loyvir sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í WTO. Hví skal loysing so gerast til fortreyt fyri øllum øðrum?

Vit skulu ikki loysa fyri loysingarinnar skuld. Og vit skulu ikki taka eitt tað størsta stigið í Føroya politisku søgu fyri at fáa limaskap í IOC, NEAFC, NAFO ella øðrum altjóða felagsskapum.

Hetta snýr seg um okkara framtíð,  búskap,  vinnulív, marknaðaratgongd, trygd og rættindi hjá komandi ættarliðum.

So mín áheitan er einfald:

Lat vit og skil ráða heldur enn kenslurnar.

Og skulu Føroyar einaferð loysa, so skal tað vera tí, at Føroya fólk greitt ynskir tað  við eini fólkaatkvøðu– ikki tí ein politisk semja verður doypt “tjóðarsemja”.

Eg eri samdur í, at ein dagføring og nýggj avtala millum londini skal gerast , men loysing er ikki loysnin uppá allar okkara avbjóðingar.

At Føroyar gerast ein statur er ikki einstýðandi við, at vit fáa størri vælferð – kanska tvørturímóti.

 

Johan Dahl

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

1 tími síðan
Tíðindi

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør

2 tímar síðan
Tíðindi

Stúra fyri ikki at fáa nóg nógv skikk­að starvs­fólk á røktar­heimini

4 tímar síðan
Tíðindi

Ozonholið er størri enn Antarktis

4 tímar síðan
Minningarorð

Minningarorð: Katrin Dahl hevur laðað nógvar varðar eftir seg

4 tímar síðan
Tíðindi

60 eru deyð í námsvanlukku í Sudan

5 tímar síðan
Tíðindi

Áhugaverdar eygleiðingar av plantuæti

5 tímar síðan
Tíðindi

Trý deyð í tyrluvanlukku í Los Angeles

6 tímar síðan
Tíðindi

ES vil knýta Kanada nógv tættari at samveldinum

7 tímar síðan
Tíðindi

Danmark letur 425 milliónir til grønlendskar flogvøllir

7 tímar síðan
Tíðindi

Fimm bilførarar tiknir við fartelefonini í hondini

8 tímar síðan
Tíðindi

Kríggið móti Iran hevur kostað USA 246 milliardir krónur

15 tímar síðan