Í minsta lagi trý fólk lótu lív í einari tyrluvanlukku í Los Angeles í gjárkvøldið, lokala tíð.
Tað veit tíðindastovan, AP News, at siga.
Tyrlan varð brúkt av NBC og Telemundo og datt niður, meðan tíðindafólk dekkaðu eina bussvanlukku í Chatsworth-økinum í Los Angeles.
Eldur kom í tyrluna, tá hon datt niður.
Sambært sløkkiliðnum á staðnum, læt í minsta lagi eitt fólk lív á staðnum, har tyrlan datt niður, og tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahús.
- Stutt fyri tyrluvanlukkuna, hevði ein bilur koyrt á ein buss í økinum, og her lótu í minsta lagi tvey fólk lív, og seks fingu løstir.
NBC leggur aftrat, at vanlukkan nú verður kanna av amerikansku loftferðslumyndugleikunum.