info
Ongi úrslit
Donald Trump forseti gjørdi í februar av at fara í kríggj móti Iran. Seks mánaðir seinni hevur kríggið sambært fíggjarstovuni hjá Kongressini kostað USA 38 milliardir dollarar – umleið 246 milliardir krónur. Mynd: Daniel Heuer/Reuters

Kríggið móti Iran hevur kostað USA 246 milliardir krónur

Kríggið hjá USA móti Iran hevur higartil kostað 38 milliardir dollarar – svarandi til umleið 246 milliardir danskar krónur.

Eirikur Lindenskov
16. september 2026 kl. 01:16

Tað kann taka fimm ár at byggja amerikonsku lóður- og rakettugoymslurnar uppaftur.

Tað upplýsir óhefta fíggjarstovan hjá amerikonsku Kongressini, Congressional Budget Office, CBO.

Kríggið hevur nú vart í seks mánaðir, og rokningin væntast at vaksa við trimum milliardum dollarum um mánaðin.

Størsti parturin av útreiðslunum stavar frá stóru nýtsluni av lóður og rakettum. Sambært CBO kann tað taka USA fimm ár at fáa goymslurnar aftur á sama støði sum undan krígnum.

Hetta hevur eisini elvt til stúran um, hvussu væl USA er ført fyri at reagera, skuldi ein onnr hernaðarlig konflikt tikið seg upp samstundis.

Kríggið hevur harumframt trýst orkuprísirnar uppeftir, og CBO væntar, at tað fer at økja inflatiónina í USA við 0,5 prosentstigum teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2027.

18 amerikanskir hermenn deyðir

Kanningin varð gjørd eftir áheitan frá Brendan Boyle, sum er leiðandi demokratiski limurin í fíggjarnevndini hjá Umboðsmannatinginum.

Hann finst hvassliga at avgerðini hjá Donald Trump forseta um kríggið og vísir bæði á mannfallið og vaksandi rokningina hjá amerikonsku skattgjaldarunum.

Higartil eru 18 amerikanskir hermenn deyðir í krígnum móti Iran.

Tølini hjá CBO fevna ikki um útreiðslurnar av nýggjastu álopunum á handilsskip í Hormuzsundinum ella álopini á amerikanskar herstøðir í økinum. Heldur ikki rentuútreiðslurnar av lánum til at fíggja kríggið eru taldar við.

Tí kann endaliga rokningin gerast munandi størri.

Til samanberingar kostaði átta ára langa kríggið hjá USA í Irak tvær billiónir dollarar, meðan 20 ára langa kríggið í Afghanistan kostaði 2,3 billiónir dollarar.

Krígsútreiðslurnar koma samstundis, sum amerikanska statsskuldin er farin upp um 40 billiónir dollarar – svarandi til góðar 259.000 milliardir danskar krónur.

/Ritzau/Reuters/

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvær føroysk­ar virð­is­løn­ar­vón­ir og norð­ur­lendsk­ur sjón­varps­áhugi

25 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

2 tímar síðan
Tíðindi

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør

3 tímar síðan
Tíðindi

Stúra fyri ikki at fáa nóg nógv skikk­að starvs­fólk á røktar­heimini

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Fornuftin má ráða – ikki kenslurnar

5 tímar síðan
Tíðindi

Ozonholið er størri enn Antarktis

5 tímar síðan
Minningarorð

Minningarorð: Katrin Dahl hevur laðað nógvar varðar eftir seg

5 tímar síðan
Tíðindi

60 eru deyð í námsvanlukku í Sudan

6 tímar síðan
Tíðindi

Áhugaverdar eygleiðingar av plantuæti

6 tímar síðan
Tíðindi

Trý deyð í tyrluvanlukku í Los Angeles

7 tímar síðan
Tíðindi

ES vil knýta Kanada nógv tættari at samveldinum

8 tímar síðan
Tíðindi

Danmark letur 425 milliónir til grønlendskar flogvøllir

8 tímar síðan