info
Ongi úrslit

Stúra fyri ikki at fáa nóg nógv skikk­að starvs­fólk á røktar­heimini

Løgtingsins umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan á trimum røktarheimum. Tænastan er sum heild væl skipað, men heimini eru ivasom um, hvussu tey í framtíðini skulu fáa nóg nógv starvsfólk við nøktandi førleikum.

Eirikur Lindenskov
16. september 2026 kl. 11:59

Fyrra hálvár í ár vitjaði Løgtingsins umboðsmaður Heimið við Vágna í Klaksvík, Heimið á Sýnini í Miðvági og Suðuroyar Ellis- og røktarheim.

Endamálið var millum annað at kanna gerandisdagin hjá teimum eldru, trivnað og heilsu, sambandið við avvarðandi, sjálvsavgerðarrætt og nýtslu av tvingsli og øðrum inntrivum.

Samanumtikið er niðurstøðan jalig. Umboðsmaðurin metir, at heimini hava rímiliga góðar karmar, hóast tvey teirra eru gomul. Heimið á Sýnini er frá 1972 og Suðuroyar Ellis- og røktarheim frá 1977, meðan Heimið við Vágna er um tíggju ára gamalt.

Arbeiðið tyktist væl skipað, og starvsfólkini høvdu neyðuga fakliga førleikan at taka sær av búfólkunum. Men øll heimini ynskja sær fleiri starvsfólk við viðkomandi útbúgving, og ivi er um, hvussu tey skulu útvega nóg nógv skikkað starvsfólk í framtíðini.

Umboðsmaðurin vísir tí á, at greiðar mannagongdir og góð upplæring av nýggjum starvsfólkum gerast alsamt týdningarmiklari. Á einum heimi varð eisini ávarað ímóti at hava avloysarar sum berandi fakligu trygdina í eini vaktarskipan, tí avloysarar kunnu takka nei til vaktir.

Summi búfólk hava ov passivan gerandisdag

Tey avvarðandi, sum umboðsmaðurin tosaði við, vóru sum heild væl nøgd við tænastuna.

Men nøkur hildu, at gerandisdagurin hjá teirra avvarðandi var í so passivur.

Umboðsmaðurin mælir tí heimunum til at skipa ymisk tiltøk, sum bæði geva meining fyri felagsskapin og einstaka búfólkið, so øll hava okkurt virksemi, sum tey trívast við.

Á tveimum av heimunum varð eisini ynski um betri pausuhøli til starvsfólkini. Umboðsmaðurin heldur, at hetta eigur at verða umhugsað, so fysisku umstøðurnar ikki leggja eyka trýst á starvsfólk og arbeiðsumhvørvi.

Samstarvsráð manglaði

Á einum av teimum trimum røktarheimunum var einki samstarvsráð valt, hóast Eldralógin krevur, at slíkt ráð skal vera á hvørjum røktarheimi.

Ráðið skal tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi og heimið.

Umboðsmaðurin heitti á stovnin um at fáa hetta í rættlag. Síðani hevur umboðsmaðurin fingið at vita, at samstarvsráð er valt og væntast at fara til verka í næstum.

Kannaði eisini tvingsil

Eftirlitið fevndi eisini um valdsnýtslu og tvingsil. Heimini høvdu mannagongdir fyri fráboðan av valdsnýtslu og harðskapi, og fysiskur harðskapur kom sambært frágreiðingunum nærum ikki fyri.

Hinvegin kundi málburður viðhvørt gerast hóttandi. Umboðsmaðurin mælir tí til, at starvsfólk eisini fáa upplæring í at handfara og steðga verbalum harðskapi.

Umboðsmaðurin kannaði harumframt inntriv í sjálvsavgerðarrættin. Tað kann eitt nú vera serligar skipanir til hurðar, ávaringarskipanir og peiliskipanir.

Slík inntriv krevja góðkenning frá Kærustovninum. Í einum føri var góðkenningin farin úr gildi. Eftir áheitan frá umboðsmanninum metti stovnurin málið av nýggjum og søkti um nýggja góðkenning.

Løgtingsins umboðsmaður hevur gjørt hvør sína frágreiðing um tey trý heimini. Frágreiðingarnar eru eisini sendar landsstýriskvinnuni í heilsumálum og Løgtinginum.

Les niðurstøðurnar og frágreiðingarnar hjá Løgtingsins umboðsmanni

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

37 minuttir síðan
Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

1 tími síðan
Tíðindi

Ósemja um súkkl­u­breyt til Oyggja­leikir

1 tími síðan
Tíðindi

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

1 tími síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

2 tímar síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

3 tímar síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

ejsw UNIKA ejsw í Gallarí Havnará

3 tímar síðan
Tíðindi

Reyðgrøni vongurin vann tepurt í Svøríki

4 tímar síðan
Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

5 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Búskaparráðið leggur fram í Smæruni

5 tímar síðan