info
Ongi úrslit
- Øll seyðaskinn eru serstøk, og í handlinum gera vit alt fyri, at tú sum kundi altíð fært júst tað rætta skinnið ella skinnvøruna, sigur Elisabeth Aaen Nordendal, dagligur leiðari í Faroe Sheep

Faroe Sheep í Sandavági selur vørur úr seyðaskinni

- Øll seyðaskinn eru serstøk, og í handlinum gera vit alt fyri, at tú sum kundi altíð fært júst tað rætta skinnið ella skinnvøruna, sigur handilsleiðarin í Faroe Sheep í Sandavági, Elisabeth Aaen Nordendal

Vilmund Jacobsen
16. oktober 2026 kl. 14:11

Faroe Sheep er lutfalsliga nýggjur handil, sum húsast í kjallaranum á Giljavegi 36 í Sandavági.

Handilin liggur beint við høvuðsvegin í Sandavági - til og frá flogvøllinum, og tí er lætt og ómakaleyst hjá fólki, sum eru um hesar leiðir, at støkka innar og síggja forvitnisliga úrvalið.

Upprunin til handilin er felagið Oikos, sum hevur sínar røtur í Bø.

Í nógv ár hevur Oikos tikið ímóti seyðaskinnum til útflutnings. Felagið letur eisini seyðaskinn garva, og burtur úr føroysku rávøruni fáast vakrastu skinnini í ymiskum litum og samansetingum og flottastu vørurnar.

Í Faroe Sheep hava tey eitt gott úrval av ymiskum skinnvørum í sera høgari góðsku.

Her fært tú í fyrsta lagi garvað seyðaskinn, men her eru eisini pútur, gestabøkur og ymiskt annað - alt virkað úr føroyskum seyðaskinnum.

Útlendingar og føroyingar

- Øll seyðaskinn eru serstøk, og í handlinum hjá okkum gera vit alt fyri, at tú sum kundi altíð fært júst tað rætta skinnið ella skinnvøruna.

Tað sigur Elisabeth Aaen Nordendal, sum er dagligur leiðari í Faroe Sheep í Sandavági, sum læt upp fyrstu ferð á vári í 2025.

- Vit hava soleiðis havt opið tvær háárstíðir, og vit síggja, at fleiri og fleiri vita um handilin og støkka inn á gólvið - eisini føroyingar, sum vilja síggja okkara vørur.

Handilsleiðarin vísir á, at í summarhálvuni eru tað serliga útlendsk ferðafólk, sum vitja, men tey lokalu og føroyingar annars eru eisini ófør at keypa virkaðu føroysku vørurnar.

- Vit fegnast serliga nógv, tá føroyingar keypa her hjá okkum, tí føroyingar samskifta sínámillum, og hetta ger, at fleiri og fleiri fáa at vita um handilin og forvitnisligu vørurnar hjá okkum, sigur hon.

Ferðaløg eru vælkomin

Í Faroe Sheep í Sandavági hava tey havt fastar upplatingartíðir í háárstíðini, men til ber altíð at venda sær til handilin og biðja um at sleppa inn á gólvið at síggja útboðið.

- Ferðaløg og sjálvsagt ikki minst føroysk ferðaløg eru altíð hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur handilsleiðarin.

Tá vit spyrja, hvørjir litir selja best, er hon slett ikki í iva um, at tað morreyða altíð selur væl.

- Tað er sjálvsagt ymiskt, hvørjum litum fólk spyrja eftir, tí eitt garvað seyðaskinn er altíð vakurt, og tað eru lutirnir, sum eru evnaðir úr garvaðum seyðaskinni, eisini, sigur Elisabeth Aaen Nordendal.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

9 minuttir síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

22 minuttir síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

39 minuttir síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

1 tími síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

1 tími síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

1 tími síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

2 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

3 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

3 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

3 tímar síðan