Undan heimadystinum hjá Hanusi Sørensen og liðfeløgum í NK Aluminij Kidričevo móti Radomlje í bestu slovensku fótbóltsdeildini hevði NK Aluminij Kidričevo spælt fýra dystir á rað uttan at vinna.
Ígjár bragdaði við einum 5-0 stórsigri hjá Aluminij.
Nigerianski áleyparin Bede Osuji fekk heimaliðið á sigurskós í fimtanda minuttinum. Stutt undan steðginum økti Hanus til 2-0. Talan er um fyrsta málið hjá Hanusi í hesum kappingarárinum.
Seinasta korterið øktu Rok Schaubach, Robert Ramsak og Adriano Bloudek um leiðsluna, so tað endaði við 5-0 stórsigri.
Aluminij er nummar seks í deildini við 17 stigum. FC Koper er fremst við 25 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 14 hevur Aluminij dyst á útivølli móti Grosuplje.