info
Ongi úrslit

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

Tað eydnaðist ikki HB í ár at vinna fulla úrtøku í landskappingini ímóti grannunum í B36

Jóannes Hansen
31. oktober 2026 kl. 20:47

Grannauppgerðin í Gundadali í dag endaði við 3-1 sigri til B36. Fyrr í ár vann B36 3-2 í fyrsta landskappingardystinum, og tann seinni endaði 2-2. Í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið vann HB 3-1.

Í landskappingini hevur B36 í grannauppgerðunum tvey tey seinastu árini staðið seg betri enn HB.

Í fjør endaðu tveir dystir 2-2, og B36 vann tann síðsta 3-2. Síðsti HB sigurin í landskappingini ímóti B36 var í 2024, tá ið HB tvær ferðir vann 2-1, og ein dystur endaði 2-2.

Í dag var Bartal Páll Klein stóri maðurin í Gundadali, tá ið hann skoraði tvey mál. 19 ára gamli Bartal Páll Klein er besti málskjútti í Gundadali í ár, og hann er saman við Loick Lespinasse næstovast á máltindinum. Petur Knudsen, sum er liðformaður á meistaraliðnum hjá NSÍ, er toppskjútti við 13 málum. Bartal Páll Klein og Loick Lespinasse hava skorað níggju mál. Besti HB málskjútti í ár er Heini F. Sørensen, sum skoraði átta mál.

Bartal Páll Klein legði B36 framum 1-0 í 26. minutti. Ebiye Moses, sum í dag takkaði fyri seg í HB, javnaði til 1-1 fimm minuttir eftir steðgin, men bara ein minutt seinni var Bartal Páll Klein aftur upp á spæl, tá ið hann legði B36 framum aftur 2-1. 17 minuttir undan leikloki staðfesti innskifti Ragnar Samuelsen 3-1 B36 sigurin. Hetta var síðsti dystur hjá Ragnari Samuelsen fyri barndómsfelagið í hesum umfari. Hann flytur nú av landinum.

Tað er greitt, at bæði HB og B36 nú fara at skifta venjara. Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur HB venjari. Enn er tað ikki greitt, hvør verður nýggjur B36 venjari. Jákup á Borg, sum er ítróttarstjóri í felagnum, hevur síðani í summar havt ábyrgdina av B36 liðnum. Hann hevur boðað frá, at tað verður arbeitt við at finna annan venjara.

HB endar kappingarárið við 45 stigum, bronsukrónunum og atgongumerki at vera við í UEFA Conference League á sumri í 2027.

B36 endar kappingarárið við 42 stigum. Fimta plássið gevur ikki rætt at luttaka í Europa í 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

9 minuttir síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

39 minuttir síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

59 minuttir síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

1 tími síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

2 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

2 tímar síðan
Tíðindi

Havstein Klein talar við minningarhald í Sandoynni

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71, Neistin, Kyndil og VÍF vunnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Leirvíkstunnilin stongdur: Tríggir bilar í óhappi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nú er tað slætt borð hjá Fróða

4 tímar síðan