Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu týsku hondbóltsdeildini í dag.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli greiðan 33-22 sigur á Stuttgart. Í steðginum vóru kielarnir á odda 17-12.
Elias skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir. Sambært hagtølunum var Elias á vøllinum í 25 minuttir.
THW Kiel er fremst í deildini við 21 stigum. Teir eru tvey stig frammanfyri arvafíggindan, Flensburg-Handewitt.
Vilhelm Petersen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á heimavølli 27-21 á Bergischer. Í steðginum var útiliðið á odda 14-13, men í seinna hálvleiki var Hannover greitt omaná.
Sambært hagtølunum var Vilhelm á vøllinum í 14 minuttir, og hann var noteraður fyri eitt upplegg til mál.
Hannover-Burgdorf er nummar níggju í deildini við 12 stigum.
Í morgin klokkan 15.30 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli móti Eisenach.