Ein maður hevur latið lív á SATS-venjingarmiðstøðini í keypsmiðstøðini CC Vest í Oslo.
Norska løgreglan er farin í holt við at kanna, um nakar tekniskur feilur kann hava verið við venjingartólinum, sum maðurin brúkti.
- Vit avhoyra vitnir á staðnum. Hendingin líkist einari vanlukku í samband við venjing við vektum. Tí tosa vit eisini við venjingarmiðstøðina um hetta, sigur løgreglan.
Sum skilst á norsku løgregluni, er talan helst um eina vanlukku.
- Eg kann vátta, at tað hevur verið ein tragisk hending, sum skakar okkum. Okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi, sigur Tina Brodal hjá norsku løgregluni.

Hon leggur aftrat, at við atliti til tey avvarðandi vil løgreglan í løtuni ikki fara niður í smálutir við tí, sum er hent.
Tað eru fleiri norskir miðlar, sum bera hesi tíðindi í kvøld.