info
Ongi úrslit
© Nicolas Tucat/Ritzau Scanpix
Temu er fallin úr triðja niður á tíggjunda pláss í einari kanning av, hvar danir keypa á netinum. Nýggjar tollreglur kunnu vera ein orsøk. Savnmynd.

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

Kinesiski nethandilin er fallin úr triðja niður á tíggjunda pláss. Samstundis vinnur endurnýtsluklæðir fram.

Eirikur Lindenskov
31. oktober 2026 kl. 20:40

Danskarar tykjast hava fingið minni hug at keypa frá kinesiska nethandlinum Temu.

Í triðja ársfjórðingi í fjør var Temu nummar trý á listanum yvir nethandlar, sum danir høvdu keypt frá seinast. Í ár er nethandilin dottin niður á tíggjunda pláss.

Tað vísir ein kanning hjá Dansk Industri, sum Epinion ger hvønn ársfjórðing, skrivar Ritzau.

Mie Bilberg, ráðgevi í nethandli hjá Dansk Industri, heldur nýggju tollreglurnar, sum komu í gildi í summar, vera eina sannlíka orsøk til afturgongdina.

Hon vísir á, at tá tollur verður lagdur oman á bíligar vørur úr Kina, kann tað brádliga loysa seg betur at keypa tær í einum donskum handli.

– Tað er eitt stig ímóti, at evropeiskir nethandlar kunnu kappast á jøvnum føti við teir kinesisku, sigur hon.

Meðan Temu missir undirtøku, gongur framá hjá Vinted, har fólk millum annað keypa og selja brúkt klæðir. Vinted varðveitir annaðplássið á listanum.

Týski nethandilin Zalando er framvegis ovast, meðan danski Matas hevur tikið triðjaplássið frá Temu.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

38 minuttir síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

58 minuttir síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

1 tími síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

2 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

2 tímar síðan
Tíðindi

Havstein Klein talar við minningarhald í Sandoynni

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71, Neistin, Kyndil og VÍF vunnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Leirvíkstunnilin stongdur: Tríggir bilar í óhappi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nú er tað slætt borð hjá Fróða

4 tímar síðan