info
Ongi úrslit

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

Javnleikurin í Sarpugerði í dag ber við sær, at EB/Streymur undan síðsta umfari hevur tryggjað sær pláss í Meistaradeildini í 2027

Jóannes Hansen
25. oktober 2026 kl. 20:51

Nú eru tað nakrar vikur síðani, at EB/Streymur venjarin Sigfríður S. Clementsen segði, at tað var neyðugt hjá EB/Streymi at vinna í hvussu so er eitt stig aftrat.

Tað var, tá ið EB/Streymur hevði vunnið 3-2 á útivølli ímóti B68. Tað var meiri enn róð framundir, at nú hevði EB/Streymur við 26 stigum bjargað sær undan niðurflyting.

Sigfríður S. Clementsen helt tá fyri, at tað fór at vera neyðugt at vinna okkurt stigið aftrat, tí tað kund væl fara at vísa seg, at tað ikki var nóg mikið við 26 stigum.

Síðani tá hevur EB/Streymur tapt 3-0 á útivølli ímóti 07 Vestur og 1-0 á heimavølli ímóti HB. Undan dagsins dysti á útivølli ímóti Víkingi var vandi fyri, at EB/Streymur undan síðsta umfari av álvara kundi vera í tungum sjógvi. Í dag endaði tað málleyst millum Víking og EB/Streym. Undan síðsta umfari hevur EB/Streymur 27 stig. B68 er flutt niður, tí toftamenn hava 20 stig og kunnu ikki røkka fleiri enn 23 stigum. 07 Vestur, AB og Skála ÍF hava øll 25 stig, men tað ber ikki til hjá teimum øllum trimum at røkka 27 stigum og harvið EB/Streymi.

Tað kemst av, at AB og 07 Vestur leygardagin hittast á Argjum. Tá ber tað ikki til, at bæði liðini kunnu fáa tvey stig. Málmunurin hjá Skála ÍF er -13. Um skálamenn vinna í hvussu so er eitt stig við Margáir leygardagin, so fara teir ikki at flyta niður. Tað gera teir, um teir einki stig vinna við Margáir, og um tað inni í Vika á Argjum fer at enda javnt millum AB og 07 Vestur.

NSÍ

26

16

7

3

51

28

55

KÍ

26

14

9

3

51

22

51

HB

26

13

6

7

46

32

45

Víkingur

26

10

12

4

38

28

42

B36

26

10

9

7

38

35

39

EB/Streymur

26

7

6

13

30

42

27

Skála ÍF

26

5

10

11

30

43

25

AB

26

7

4

15

33

47

25

07 Vestur

26

7

4

15

26

43

25

B68

16

5

5

15

27

50

20

27. umfar

Leygardagin 31. oktober

KÍ – Víkingur: kl. 15.00

B68 – NSÍ: kl. 15.00

EB/Streymur – Skála ÍF: kl. 15.00

HB – B36: kl. 15.00

AB – 07 Vestur: kl. 15.00

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

7 minuttir síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

37 minuttir síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

57 minuttir síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

1 tími síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

2 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

2 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

2 tímar síðan
Tíðindi

Havstein Klein talar við minningarhald í Sandoynni

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71, Neistin, Kyndil og VÍF vunnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Leirvíkstunnilin stongdur: Tríggir bilar í óhappi

3 tímar síðan