info
Ongi úrslit

Fleiri akfør enn fólk í Fugloy

Í Fugloy eru 58 akfør skrásett, hóast bara 48 fólk búgva í oynni. Tað svarar til 1,21 akfar fyri hvønn íbúgva – nógv tað hægsta lutfallið í Føroyum.

Eirikur Lindenskov
4. september 2026 kl. 18:15

Føroyingar hava nógv akfør, men tey eru ikki javnt býtt kring landið.

Ein uppgerð hjá Akstovuni vísir, at 43.504 akfør vóru skrásett í Føroyum 1. september 2026. Av teimum vóru 28.562 persónbilar.

Tá ið akførstølini verða samanborin við nýggjasta hóskandi fólkatalið hjá Hagstovuni, er Fugloy í einum flokki fyri seg.

Tann 1. juli 2026 búðu 48 fólk í Fugloy – 18 í Hattarvík og 30 á Kirkju. Men tveir mánaðir seinni vóru 58 akfør skrásett í oynni.

Tað svarar til 1,21 akfar fyri hvønn íbúgva. Fugloy er sostatt einasta oyggin í uppgerðini, har talið av skrásettum akførum er størri enn fólkatalið.

Ikki 58 vanligir bilar

Øll tey 58 akførini eru kortini ikki vanligir persónbilar.

Akstovan skrásetir fleiri sløg av akførum. Í Fugloy eru 32 persónbilar. Harumframt eru millum annað tíggju viðfestivognar, fimm ellisakfør, fýra prutl og fýra vøruvognar skrásett.

Hyggja vit bara at persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið, sum er 0,51.

Vágar næsthægst

Vágar liggja næsthægst við 0,90 akførum fyri hvønn íbúgva. Har eru 3.104 akfør og 3.447 íbúgvar.

Síðani koma Viðoy við 0,81 akfari fyri hvønn íbúgva og Eysturoy og Suðuroy við 0,79.

Í Føroyum sum heild eru 0,78 akfør fyri hvønn íbúgva. Streymoy liggur eisini á 0,78, meðan Sandoy hevur 0,77 og Borðoy 0,72.

Myndin er ikki tøk

Færri akfør á útoyggjunum

Í hinum endanum eru Stóra Dímun, Mykines og Nólsoy.

Stóra Dímun hevur eitt skrásett akfar til fimm íbúgvar. Tað svarar til 0,20 akfør fyri hvønn íbúgva. Mykines hevur 0,33 og Nólsoy 0,48.

Tølini vísa sostatt ikki eina einfalda mynd, har smáar oyggjar altíð hava nógv akfør í mun til fólkatalið. Munurin millum útoyggjarnar er stórur.

Myndin er ikki tøk

Smá tøl kunnu flyta nógv

Tølini fyri tær smáu oyggjarnar skulu tó lesast við fyrivarni.

Tá ið fólkatalið er lágt, kann eitt einstakt akfar flyta lutfallið nógv. Hetta sæst serliga í Stóru Dímun, Mykinesi, Hesti og Fugloy.

Uppgerðin sigur heldur ikki, um øll akførini eru í oynni dagliga. Hon vísir, á hvørjari oyggj akførini eru skrásett.

Tað kann tí vera, at summi akfør eru skrásett í Fugloy, hóast tey ikki altíð standa ella verða nýtt har.

Myndin er ikki tøk

Uppgerðirnar eru frá ymiskum døgum

Akførstølini hjá Akstovuni eru galdandi 1. september 2026. Fólkatølini hjá Hagstovuni eru uppgjørd 1. juli 2026 og vóru nýggjasta tøka bygdarbýtið, tá ið samanberingin varð gjørd.

Orsøkin til munin er, at fólkatølini verða almannakunngjørd við seinking. Hagstovan bíðar eftir seinni skrásetingum og fráboðanum, serliga um flytingar, so uppgerðin verður so røtt sum gjørligt.

Lutføllini eru tí roknað við akførstalinum 1. september býttum við fólkatalinum 1. juli.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

35 minuttir síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

1 tími síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

1 tími síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

1 tími síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

2 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

3 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

4 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

4 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

4 tímar síðan