info
Ongi úrslit

Fleiri enn 140 arbeiðspláss taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni

Í dag byrjar fyrsta Ítrótta- og rørsluvika í Føroyum. Tað eru Ítróttasamband Føroya, Heilsustýrið og Heilsu- og orkumálaráðið, sum hesar dagarnar eggja øllum føroyingum til at røra seg. Fyriskipararnir eru fegnir um góða og fjølbroytta tilmelding, og ígjøgnum vikuna er møguleiki hjá fleiri at koma við. Alt ger mun, og alt telur.

Eirikur Lindenskov
14. september 2026 kl. 09:08

Tíðindaskriv:

- Nú Ítrótta- og rørsluvikan “VIT ERU VIД verður á fyrsta sinni, hava vit serliga heitt á arbeiðspláss um at taka lut, og undirtøkan er sera góð. Omanfyri 140 arbeiðspláss hava meldað til, og leiðararnir gera sjálvir av, hvussu júst teirra arbeiðspláss kann fáa meira rørslu inn í gerandisdagin, greiðir Katrin á Neystabø, samskipari, frá. 

Hugskotið er, at vit savna metrar, og í felag skulu vit koma kring føroysku strandarlinjuna, sum er 1.291.557 metrar. Leiðarar og arbeiðspláss verða eggjað til at seta rørslu á dagskrá við at seta eitt rørslumál fyri vikuna og gera eina vikuskrá. Tað kann t.d. vera, at vit skulu flyta okkum kring Nólsoynna, Eysturoynna ella allar Føroyar.

Hvussu savna vit metrar?
Talan kann vera um, at arbeiðsplássið leggur upp til, at vit ganga til arbeiðis, taka eyka túrar í trappunum ella fara ein túr í døgverðatímanum. Tað kann eisini vera við smáum rørsluskáum á 2-4 minuttir. Ein rørsluskái er ein stuttur rørslusteðgur, har skipa verður fyri einfaldum rørslum. Vit vita, at hugskotini eru nógv og kreativ.

- Øll rørsla hesa vikuna verður síðani skrásett og roknað um til metrar. Tá vikan er av, síggja vit,

hvussu ofta vit í felag hava megnað at flutt okkum kring føroysku strandarlinjuna.

Endamálið við vikuni er at seta rørslu á dagskrá og eggja arbeiðsplássum, skúlum, stovnum og felagsskapum til rørslu. Tí vit vita, at reglulig rørsla í gerandisdegnum betrar um trivnaðin, og starvsfólk, sum trívast, avrika betur. Hartil hava rørsluvon fólk lættari við at luttaka í rørsluvirksemi í frítíðini.

Ítrótta- og rørsluvikan er úrslit av samstarvsavtalu, sum fyriskipararnir hava gjørt við endamálinum at styrkja fólkaheilsuna í Føroyum og skapa góðar karmar fyri heilsugóðum lívi í góðum og tryggum felagsskapum.

Vilt tú vera við - kanst tú skunda tær inn á www.itrottaogrorsluvika.fo. Har kanst tú bæði skráseta teg ella  títt arbeiðspláss – og fáa góðan íblástur til, hvussu tit fáa meiri rørslu inn í arbeiðsdagin.

Heilsu- og orkumálaráðið, Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

4 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

8 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

12 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

22 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

53 minuttir síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

1 tími síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

1 tími síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

2 tímar síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

2 tímar síðan