info
Ongi úrslit

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

Í dag er eingin greið heimild at krevja gjald frá útlendingum, sum fáa hjálp á læknavaktini. Landsstýriskvinnan í heilsumálum ætlar nú at broyta lógina, so útlendingar, sum ikki hava rætt til ókeypis læknahjálp, kunnu verða kravdir eftir gjaldi.

Eirikur Lindenskov
14. september 2026 kl. 12:51

Útlendingar, sum eru fyribils í Føroyum, kunnu í dag fáa hjálp á læknavaktini, uttan at tað er greið lógarheimild at krevja gjald frá teimum.

Tað staðfestir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til ein §52a-fyrispurning frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni.

Í sjúkrahúslógini eru reglur um, hvørji rættindi fólk, sum ikki búgva í Føroyum, hava til viðgerð í sjúkrahúsverkinum. Har er eisini heimild at taka gjald fyri ávísar viðgerðir.

Men støðan er øðrvísi, tá talan er um læknavaktina.

Í Heilsutrygdarlógini er nevniliga eingin serstøk heimild at krevja gjald frá útlendingum, sum eru fyribils í Føroyum og hava tørv á læknahjálp frá læknavaktini.

Lógin skal broytast

Landsstýriskvinnan ætlar tí at útvega eina nýggja heimild í Heilsutrygdarlógini. Hon skal geva landsstýriskvinnuni heimild at áseta reglur um gjald frá fólki, sum ikki búgva í Føroyum og tí ikki hava rætt til ókeypis veitingar frá Heilsutrygd.

Tá lógarheimildin er fingin til vega, skulu Heilsutrygd, Sjúkrahúsverkið og Heilsu- og orkumálaráðið gera greiðar mannagongdir fyri, hvussu gjaldið skal krevjast inn.

Heilsutrygd rindar í dag

Læknavaktin varð umskipað í 2023. Tá varð farið frá veitingargjøldum til tímaløn hjá kommunulæknunum.

Kommunulæknarnir fáa sostatt tímaløn frá Heilsutrygd, meðan teir arbeiða á læknavaktini. Lønin fevnir eisini um læknahjálp til fólk, sum ikki hava rætt til ókeypis læknahjálp.

Tí er tað í løtuni Heilsutrygd – og harvið tað almenna – sum ber útreiðsluna, um ein útlendingur, sum annars ikki hevur rætt til ókeypis læknahjálp, fær bráðfeingis hjálp á læknavaktini og einki rindar.

Landsstýriskvinnan sigur, at tá heimildin at krevja gjald er fingin til vega, skulu verandi mannagongdir endurskoðast og gerast greiðari bæði fyri starvsfólkini á læknavaktini og fyri útlendingarnar, sum venda sær hagar.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

5 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vilja styrkja samskiftið við lokala vinnulívið

2 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ótrúliga langskotsmálið hjá Geza er millum fimm tey bestu

14 minuttir síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

44 minuttir síðan
Tíðindi

Stoltenberg sigur starvið frá sær í München

48 minuttir síðan
Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

1 tími síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

1 tími síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

1 tími síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

1 tími síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan