- Venjingin er skipað av tí sokallað Joint Expeditionary Force (JEF), sum er eitt samstarv, ið bretar leiða. Londini í samstarvinum eru Bretland, Danmark, Háland og Baltisku londini.
Hetta vita tey í Vestmanna kommunu at siga í dag.
- Ein liður í venjingini er eisini at styrkja samstarvið millum Arktisk Kommando, bretsku hernaðarmyndugleikarnar og føroysku sjóverjuna. Tí luttekur Vørn eisini í venjingini.
Sagt verður, at donsk og bretsk hernaðarfólk fara at hava miðstøð í Vestmanna, meðan venjingin er. Væntandi verða umleið 80 fólk á miðstøðini, sum verður á havnarlagnum.
- Venjingin byrjar í næstu viku, men fyrstu fólkini koma til Vestmannar longu í hesi vikuni.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at økið á havnarlagnum í størstan mun kann brúkast sum vanligt av vinnulívinum og vestmenningum annars, men ávísar avmarkingar kunnu væntast.
- Vit heita á tykkum um at geva tykkum gætur um møgulig skeltir og møguligar forðingar, og at fylgja teimum vegleiðingum, ið koma upp.
Lagt verður aftrat, at kommunan er í leypandi samskifti við viðkomandi myndugleikar, og fólk eru vælkomin at seta seg í samband við kommununa, um spurningar eru.