AB og B68 hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum hetta kappingarárið.
Hevði B68 ikki javnað til 1-1 í yvirtíðini í dystinum á Argjum ígjár, so hevði talan verið um níggju stig og fullan pott til AB í teimum trimum innanhýsis dystunum. Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist sjey stig til AB og eitt stig til B68.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 4-1 til AB.
Ragnar Skála skoraði fyri AB í tveimum av teimum trimum innanhýsis dystunum.
AB-B68 2-0 (1-0) - 7. mars
1-0 Moses Obule (9.)
2-0 Ragnar Skála (50.)
B68-AB 0-1 (0-1) - 29. juni
0-1 Brian Jacobesen (39.)
AB-B68 1-1 (0-0) - 13. september
1-0 Ragnar Skála (47.)
1-1 Nicolai Dohn (90.+4)
Kelda: FaroeSoccer