info
Ongi úrslit

Mattias Hellisdal: Ikki heilt gingið upp fyri mær enn

Mynd: Västerås SK
Heri Á. Simonsen
14. september 2026 kl. 15:15

FSF skrivar:

- Fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein teir 23, ið eru úttiknir til UEFA Nations League-dystirnar ímóti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Nýggjur í hópinum er Mattias Hellisdal, sum spælir fyri Västerås SK í Svøríki

——————

– Hetta er ein dreingjadreymur, sum nú er vorðin veruleiki. Tað størsta fyri ein føroyskan fótbóltsspælara er at sleppa at umboða A-landsliðið, so eg varð sjálvandi sera fegin, tá boðini komu. Tað er framvegis ikki ordiliga gingið upp fyri mær enn, sigur Mattias Hellisdal við heimasíðuna hjá FSF.

Mánadagin var 20 ára gamli miðvallarin, sum spælir fyri Västerås SK í Svøríki, millum teir 23 spælararnar, sum Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið til komandi dystir í UEFA Nations League móti Kasakstan, Moldova og Slovakia.

Føroyar skulu spæla fýra Nations League-dystir í tíðarskeiðnum frá 26. septembur til 6. oktobur. Fyrsti dystur verður á heimavølli móti Kasakstan 26. septembur, áðrenn føroyska liðið fer til Moldova, har spælt verður 29. septembur. Síðani kemur Slovakia á vitjan á Tórsvølli 2. oktobur, og síðsti dysturin í hesum umfarinum verður á útivølli móti Kasakstan 6. oktobur.

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Ari í Haraldstovu Petersen, ÍBV (Ísland)

Gunnar Vatnhamar, Vejle BK (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona FC (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SV Ried (Eysturríki)
Heini Vatnsdal, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Svøríki)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij Kidricevo (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)

Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

Atgongumerki til dystirnar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

8 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Sjey stig til AB og eitt stig til B68

16 minuttir síðan
Tíðindi

Drona funnin nærindis pólskum frítíðarbýi

46 minuttir síðan
Tíðindi

Trump: Einasta trygd móti vitlíki er ein klókur forseti

48 minuttir síðan
Tíðindi

Festari kann krevja gjald fyri at­gongd inn­an­garðs

58 minuttir síðan
Tíðindi

Norskt vaktarskip á Skálafirði

1 tími síðan
Fótbóltur

Tveir sigrar til KÍ og ein sigur til 07 Vestur

2 tímar síðan
Tíðindi

Russar vilja spjaða og ræða

2 tímar síðan
Tíðindi

Norrøna Felagið 75 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja styrkja samskiftið við lokala vinnulívið

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ótrúliga langskotsmálið hjá Geza er millum fimm tey bestu

3 tímar síðan
Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

3 tímar síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

3 tímar síðan