Uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, heldur, at dronuálopið hjá russum á eitt ferðafólkatok sunnudagin, sum var nærindis markinum til Póllands, var ein roynd at ræða Evropa.
Kaja Kallas sigur, at Russland við hesum roynir at ræða og spjaða samstarvslondini hjá Ukraina.
- Hetta er ein roynd at ræða tey, sum vitja í Ukraina og vísa krígsherjaða landinum samhuga og stuðul, sigur hon.
Franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, er samdur.
Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, sigur, at álopið á ferðafólkatokið vísir, hvussu desperatur russiski forsetin, Vladimir Putin, er.
- Russar gerast alsamt meira fyrilitarleysir, samstundis sum teir halda fram við ræðuliga krígnum móti Ukraina, sigur Nato-aðalskrivarin.
Tað var sunnudagin, at eitt ferðafólkatok úr Kyiv til Warszawa við fleiri enn 200 fólkum varð rakt av einari russiskari dronu.
Hetta hendi, meðan tokið var á støðini Jahodyn í Ukraina - beint við markið til Póllands, men tíbetur fekk eingin mein í álopinum.
Sama kvøld váttaði tokveitarin, at ein vesturlendsk sendinevnd við framstandandi fólkum var á ukrainsku støðini stutt fyri álopið á tokið.
Millum tey, sum vóru við tokstøðina, vóru eitt nú fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson og fyrrverandi CIA, stjórin, David Petraeus – í hvør sínum toki.
Russland hevur váttað, at landið stóð aftanfyri dronuálopið, og russar siga, at jarnbreytin verður brúkt til vápnasendingar.