info
Ongi úrslit

Hvussu skulu vit skilja hesa øldina?

Ber tað yvirhøvur til at síggja skógin fyri trøunum, tá vit royna at skilja okkara samtíð? Hetta er fyrsta av trimum greinum í røðini, sum ger eina roynd av svara hesum spurningi.

Trygvi Danielsen
10. oktober 2025 kl. 08:00

Tú stendur í skugganum undir tøttum trækrúnum og hevur fingið uppgávuna at lýsa skógin í síni heild. Tú byrjar at kortleggja umhvørvið kring teg, men tað er ikki lætt. Skógurin fevnir um alla jørðina, og trøini eru støðugt í rørslu. Tey broyta skap, bronglast og fáa nýggjar greinar, sum vaksa óvæntaðar vegir. Tú varnast, at tú mást fyrst skilja røturnar, áðrenn tú kanst lýsa trøini. Tú gravar, men røturnar stinga seg ógvúliga djúpt og samskifta tvørtur um heimspartar á einum fløkjasligum máli, sum tú mást læra teg at tosa. Tú leitar fram bøkur úr øllum heimi, sum lýsa røturnar, trøini og skógin úr sínum serstaka sjónarmiði, og tú leggur myndirnar saman sum eitt putlispæl. At enda hevur tú eina káma heildarmynd við stórum vitanargloppum og karikeraðum tulkingum av sambondum, rørslum og mynstrum, sum møguliga finnast millum brikkarnar.

Áleið soleiðis kennist tað at lýsa samtíðina. Tú sært ikki skógin fyri trøunum. Og kortini havi eg roynt sum frægast at skýrt hann úr erva. Hetta havi eg gjørt í akademiskum samanhangi á Fróðskaparsetrinum, har eg fyrr í ár læt inn masterritgerð um metamodernismu í føroyskum samtíðarskaldskapi. Í løtuni bíði eg eftir svari frá Aarhus Universiteti upp á eina umsókn um at skriva ph.d. ritgerð um metamodernismu og ta antroposenu øldina í norðurlendskum samtíðarbókmentum.

Í tí sambandi havi eg gjørt eina rúgvu av kanningararbeiði, sum í løtuni bara finst í torgreiddum akademiskum skjølum, ið eingin nakrantíð fer at lesa. Tí kom hugskotið, at eg kundi tað sama skriva eina greinarøð um evnið. Hetta er tann fyrsta av trimum greinum, sum roynir at miðla akademiskt sjargon við einum rímiliga løttum tóna. 

Lesið fyrstu grein í nýggja Sosialinum, sum fæst í handlunum nú. 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

5 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

11 minuttir síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

17 minuttir síðan
Tíðindi

Stoltenberg sigur starvið frá sær í München

21 minuttir síðan
Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

33 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

37 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

44 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

47 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

1 tími síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan