info
Ongi úrslit

Mentan og list geva okkum lívsinnihald

Hvør annar kann skriva á føroyskum, spæla leikir úr føroyskum jørðildi, skriva føroyskan tónleik, gera føroyskan film, siga okkara søgur og styrkja okkum sum tjóð enn vit sjálvi?

Sirið Stenberg
30. oktober 2026 kl. 13:59

Fá lond í heiminum eru signað við so mongum gávaðum menta- og listafólkum, sum vit í Føroyum. Alt frá bókmentum, tónleiki, myndlist, leiklist, filmi, sangi, søvnum, mentanararvi og so framvegis. Okkara fólk vinna prísir og standa seg ómetaliga væl, bæði í Føroyum og uttanlands.

Mentanarvirðislønir landsins eru júst handaðar, og vit fegnast øll veruliga um væl uppiborna heiðurin, sum listafólkini fáa. Tarira hevur vunnið sannførandi í altjóða kórkapping, og vit síggja javnan, at føroysk lista- og mentanarfólk luttaka í tiltøkum uttan fyri landoddarnar. Føroyskar bókmentir verða týddar til onnur mál, og heimurin hevur fingið eyga á dygdirnar í føroyskari list og mentan.

Um hesa tíðina í fjør vóru vit eisini á norðurlandaráðsfundi. Føroyar vunnu ikki minni enn tvær virðislønir. Tað var søguligt. Bæði filmur og bókmentir vunnu. Tað var sannur hátíðardámur, og kenslan av gleði og stoltleika situr enn í mær. Vit gleðast enn um hetta. Vit vita eisini, at hesar virðislønir ikki komu burtur úr ongum, men vóru úrslit av drúgvum og hørðum arbeiði.

Eg minnist, at vit gleddu okkum at koma heim aftur aftan á fundin í Stockholm, tí vit vistu, at mentanin hevði fingið eina stóra raðfesting á fíggjarlógini. Øll árini, vit sótu, raðfestu vit mentanina, og serliga í fjør var raðfestingin stór.

Vit hava gjørt íløgur í føroyska málið, Málráðið, bókasøvnini og føroyskt tilfar til børn. Íløgur eru gjørdar í leiklistina, tónleikin, synfoniorkestrið, søvnini, filmin, mentanarhús kring landið, Tjóðsavnið, Listasavnið, Mentanargrunnin og nógv ymiskt annað.

Vit gleðast um hesar raðfestingar, sum eru at síggja sum íløgur í samfelagið.

Hvør annar kann skriva á føroyskum, spæla leikir úr føroyskum jørðildi, skriva føroyskan tónleik, gera føroyskan film, siga okkara søgur og styrkja okkum sum tjóð enn vit sjálvi? Ongin!

Tað er mentanin og listin, sum geva lívsinnihald og gera tað gott at búgva her. Tað er gjøgnum listina og mentanina, vit reflektera og blíva klókari og mennast sum fólk. Tað er gjøgnum listina, vit síggja heimin, og tað er gjøgnum mentanina, vit læra søguna og styrkja samleikan. Mentan og list eru okkara spegil bæði inneftir og út í heim. Sjónarringurin verður víðkaður.

Líka so týdningarmikil listin og mentanin eru fyri okkum sjálvi, eins týdningarmiklir ambassadørar eru listafólkini fyri okkum altjóða.

Vit høvdu vónað, at raðfestingin av mentanini helt fram í hesi samgonguni, men so er tíverri ikki. Hóast vit gjørdu nógv, er nógv eftir at gera, tí mentanarøkið í mong ár ikki hevur verið raðfest.

Tað er neyðugt hjá øllum samgongum at raðfesta mentanarøkið og ongantíð meira neyðugt enn nú. Í einum heimi, har alt er umskiftiligt, støðufestið tykist burtur og ræðuleikarnir øgiligir, er mentanin sum ein verjugarður um samfelagið. Ein verjugarður, sum heldur saman um okkum, og savnar, tá ið heimurin tykist at vera í upploysn. Tí vónini hava vit tørv á. Tí kunnu vit als ikki góðtaka eina fíggjarlóg við slíkum mentanarligum vónloysi. Har eru ongar raðfestingar. Fleiri mentanarkontur eru enntá strikaðar. Tað er púra óskiljandi.

Eitt høvuðsmál í valstríðnum var at fáa ung fólk at støðast og seta búgv í Føroyum. Og har eru avbjóðingar á bústaðarmarknaðinum, tað vita vit. Men ein bústaður einsamallur vendir ikki gongdini, hóast hann sjálvsagt má og skal til. Tað eru eisini mentanartilboðini, sum skapa trivnað og gera, at fólk vilja búgv her. Skal gongdin vendast, skulu fólk bæði hava nakað at liva í og nakað at liva fyri.

Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

8 minuttir síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

21 minuttir síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

38 minuttir síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

1 tími síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

1 tími síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

1 tími síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

2 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

3 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

3 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

3 tímar síðan