info
Ongi úrslit

Mentanin sleppur undan stóru sparingunum

Hóast landsstýrið hevur lagt rakstrarátøk fyri umleið 80 milliónir krónur inn í fíggjarlógaruppskotið fyri 2027, verða flestu føstu játtanirnar á mentanarøkinum varðveittar ella hækkaðar. Leiklist fær 1,4 milliónir meira, meðan miðlastuðulin verður skerdur.

Eirikur Lindenskov
1. oktober 2026 kl. 16:45

Stóru sparingarnar í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 raka ikki mentanarøkið líka hart sum fleiri onnur øki.

Ein gjøgnumgongd av mentanarjáttanunum vísir, at flestu vanligu játtanirnar annaðhvørt standa í stað ella hækka í krónum næsta ár.

Størsta hækkingin millum vanligu listajáttanirnar er til leiklist.

Játtanin fer úr 2,25 milliónum krónum í ár upp í 3,65 milliónir krónur í 2027. Tað eru 1,4 milliónir krónur meira.

Mentanargrunnurin hækkar úr 14,08 upp í 14,645 milliónir krónur, meðan Tjóðpallur Føroya fer úr 7,483 upp í 7,715 milliónir krónur.

Filmurin fær ikki meira

Filmsstuðulin stendur hinvegin í stað.

Eins og í 2026 verða 6,6 milliónir krónur settar av til filmsstuðul næsta ár.

Hetta er hóast tað framvegis stendur í fíggjarlógaruppskotinum, at ætlanin er at hækka játtanina til filmsframleiðslu upp í 10 milliónir krónur innan nøkur ár.

Tað stigið verður sostatt ikki tikið í 2027.

Játtanin til tónleik, sang og føroyskan dans stendur eisini í stað á 4,915 milliónum krónum, og Norðurlandahúsið fær eins og í ár 1,7 milliónir krónur.

Heiðursgávurnar til mentafólk standa óbroyttar á 500.000 krónum.

Miðlastuðulin verður skerdur

Ein av vanligu játtanunum, sum veruliga lækkar, er miðlastuðulin.

Hann fer úr 4,9 milliónum krónum í 2026 niður í 4,5 milliónir í 2027. Skerjingin er sostatt 400.000 krónur.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum kemst lækkingin av, at ætlaði stuðulin til íverksetan fall burtur, tá løgtingsval varð útskrivað fyrr í ár.

Samstundis verður arbeitt við at broyta miðlastuðulslógina, so verkætlanarstuðulin verður avtikin og stuðulin í staðin verður latin sum rakstrarstuðul og staðbundin stuðul.

Søvnini fáa 1,5 milliónir meira

Samlaða játtanin til søvn hækkar eisini.

Hon fer úr 47,836 milliónum krónum upp í 49,329 milliónir krónur, sum er ein hækking upp á knappar 1,5 milliónir.

Men ikki allar hækkingar merkja, at stovnarnir fáa meira fíggjarligt rásarúm.

Tjóðpallurin er eitt dømi. Hóast samlaða játtanin hækkar við 232.000 krónum, stendur í viðmerkingunum, at raksturin verður skerdur við 75.000 krónum, tá hædd er tikin fyri lønarframskriving.

Sama mynstur sæst hjá Málráðnum. Samlaða játtanin hækkar úr 3,318 upp í 3,415 milliónir krónur, men ein rakstrarsparing upp á 33.000 krónur er kortini løgd inn.

Stórar lækkingar eru serjáttanir

Á pappírinum eru eisini nakrar munandi størri lækkingar á mentanarøkinum, men tær eru í stóran mun tíðaravmarkaðar játtanir.

Játtanin til varðveiting av mentanararvinum lækkar úr seks niður í tríggjar milliónir krónur.

Tvær milliónir til Koltursætlanina detta burtur, og somuleiðis hvørvur ein millión í løgustuðli til Mentanarhúsið í Klaksvík og ein millión til Krígssavnið.

Listasavn Føroya sær eisini út til at missa nærum 1,9 milliónir krónur í rakstrarjáttan. Men meginparturin stavar frá eini serligari játtan í 2026 til at handfara trupulleikar við blámusoppi og flyta listaverk í fyribils goymslu.

Samstundis hækkar løgujáttanin til útbygging av Listasavninum úr 3,5 milliónum í ár upp í 6,5 milliónir krónur næsta ár.

Tí er høvuðsmyndin, at hóast landsstýrið ætlar at fremja rakstrarátøk fyri umleið 80 milliónir krónur í 2027, eru tað ikki tær vanligu mentanarjáttanirnar, sum bera størsta partin av teimum sparingunum sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Støkk-inn koppseting á Sandi í dag

22 minuttir síðan
Tíðindi

Barnagarður verður víðkaður við einari eind

26 minuttir síðan
Tíðindi

Einki aldurs­mark og eing­in há­marks­ferð fyri el-súkklur

31 minuttir síðan
Tíðindi

Barna- og ungdómstannrøkt tryggjað í fimm ár afturat

53 minuttir síðan
Lesarabrøv

Fíggjarlógarorðaskiftið um inntøkur útreiðsluvøkstur og tilfeingisgjøld

1 tími síðan
Tíðindi

Kunning um Juvel II - mikukvøldið kl. 20

1 tími síðan
Tíðindi

Ruskposarnir á Sandoynni verða heintaðir í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Gjørdi grovt herverk á sjálva politistøðina í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Anniku vann greiðan sigur á heimavølli

1 tími síðan
Tíðindi

Arbeiðsóhapp í Hósvík: Fekk hondina undir eina sag

2 tímar síðan
Tíðindi

Fíggjarlóg upp á góð­ar 8 milli­ard­ir til fyrstu við­gerð í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Jenis hevur til­nevnt Benj­a­min Netan­yahu til frið­ar­prís Nobels

3 tímar síðan