info
Ongi úrslit
© Philip Davali/Ritzau Scanpix
Troels Mylenberg er deyður, 56 ára gamal. Familjan var savnað um hann, tá hann doyði leygardagin. (Savnsmynd)

Troels Mylenberg er deyður – 56 ára gamal

Danski sjónvarpsverturin og journalisturin Troels Mylenberg er deyður eftir at hava verið sjúkur av krabbameini. Familjan var savnað um hann, tá hann doyði í dag.

Eirikur Lindenskov
31. oktober 2026 kl. 12:30

Troels Mylenberg er deyður, 56 ára gamal. Tað váttar familjan fyri TV 2 Fyn.

– Okkara elskaði Troels er deyður. Øll familjan var savnað um hann, tá hann fekk frið. Vit fara altíð at minnast hansara stóra kærleika, hita og ikki minst skemtið, sum hann varðveitti heilt til tað síðsta, skrivar familjan.

Familjan leggur afturat, at sjálvt í svárastu tíðini megnaði hann at fáa tey at flenna.

Troels Mylenberg hevði verið í viðgerð fyri krabbamein og boðaði í september 2025 frá, at sjúkan var burtur. Seinni kom krabbameinið aftur, og hesaferð bar ikki til at lekja tað.

Hann helt tó fram við at arbeiða, so leingi hann orkaði.

Tankarnar og upplivingarnar frá sjúkutíðini savnaði hann í bókina »Skumring«, sum kom út fyrr í hesum mánaðinum.

Troels Mylenberg hevði síðani 2021 verið vertur í stóru tíðindasendingunum hjá TV 2. Frammanundan var hann politiskur redaktørur á støðini, har hann varð settur í starv í 2018.

Áðrenn tað var hann menningarstjóri og ábyrgdarblaðstjóri hjá Jysk Fynske Medier. Hann hevði í nógv ár skrivað um danskan politikk fyri millum annað Weekendavisen, Ekstra Bladet, Berlingske og Fyens Stiftstidende.

Troels Mylenberg búði á Thurø sunnan fyri Fyn. Hann lætur eftir seg konuna Lis og fýra børn.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

38 minuttir síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

58 minuttir síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

1 tími síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

2 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

2 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

2 tímar síðan
Tíðindi

Havstein Klein talar við minningarhald í Sandoynni

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71, Neistin, Kyndil og VÍF vunnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Leirvíkstunnilin stongdur: Tríggir bilar í óhappi

3 tímar síðan