info
Ongi úrslit

Ragnar frændi fyllir 80

Ragnar er lítillátin maður, sum vanliga hevur staðið aftan fyri leiktjøldini, og tað hevur hóvað honum væl

berghamar.com
10. desember 2024 kl. 19:39

Týsdagin 10. desember fyllir Ragnar C. Joensen 80 ár. Ragnar er havnarmaður, vaksin upp í vesturbýnum, og vit eru systkinabørn í faðirætt. Vit vóru næstu grannar uppi í Dalatúni, og tí vóru vit nógv saman á dreingjaárum, hóast trý ár vóru okkara millum. Hetta førdi til vinalag og samband, sum hevur vart til dagin í dag.
Pápar okkara, Sigurd og Conrad, vóru góðir brøður. Teir arbeiddu í hvør sínum oljufelag, Esso og Shell, vóru kappingarneytar, uttan at tað tó merktist í gerandisdegnum. Ikki sørt bráðir og framfýsnir, men eymir og vinsælir um somu tíð. Teir vóru við í Føroyska Bíbliugrunninum, sum gav út fyrstu føroysku bíbliuna við umseting Victor Danielsen. Hetta merkti eisini barnaheim okkara, har kærleikin til orð Guds og móðurmálið gekk hond í hond.
Ragnar er útbúgvin radiomekanikari men hansara lívsuppgáva kom at vera  at framleiða sjónvarpssendingar, har hann var við til at bróta slóð fyri eini nýggjari tíð við almennum sjónvarpi í Føroyum. Ragnar gjørdist fyrsti tekniski leiðari í Sjónvarp Føroya, og arbeiddi sostatt undir liðini á fyrsta sjónvarpsstjóranum, Asbjørn Skaale, tá ið fyrstu sendingarnar hjá Sjónvarpi Føroya vórðu til í 1984. Ein lítil stovnur, har senditíðin var stutt, men rættiliga nógvar áhugaverdar sendingar vórðu gjørdar, sum í dag eru siðsøguligar.
Kristiligar sjónvarpssendingar lógu hansara hjarta nær, og hann var mangan drívmegin í hesum. Eitt nú var Ragnar sama ár, sum almenna sjónvarpið byrjaði, í Keypmannahavn og gjørdi sending um Kristnastovu saman við Samulinu Hansen, blaðkvinnu.
Nógv persónlig minni knýta okkum saman, bæði úr heiminum á Dalavegnum, samkomuni í Ebenezer og ymsum tiltøkum í samkomuhøpi. Ferðin til Íslands í 1963 við kórinum Sangvitnisflokkinum saman við Zacharias Zachariassen, Ingálvi av Reyni og Peturi Háberg stendur enn klárt í huganum sum ein serstøk uppliving hjá okkum, sum við vóru.
Ragnar er lítillátin maður, sum vanliga hevur staðið aftan fyri leiktjøldini, og tað hevur hóvað honum væl. Tó hevur hann havt ein virknan leiklut í mongum. Dygd og trúfesti hava verið eyðkenni fyri føðingardagsbarnið og hava skapt virðing millum teirra, sum kenna hann.
Í meiri enn hálva øld hevur Svanhild staðið undir lið Ragnars. Hjúnini hava havt eitt gott og gestablítt heim uppi í Tjarnarlág. Børnini eru Malan, Tórun, Leivur og Bárður. Barnabørnini eru 10 í tali og eru gleði teirra, nú árini eru komin.
Góði Ragnar! Hjartaliga til lukku við runda degnum, og takk fyri mangar ríkar løtur í tí farna. Mátti ljós og signing Immanuels, sum vit syngja um hesa ársins tíð, lýst yvir teg og øll tíni við.

Øssur

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

4 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

7 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

11 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

18 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

21 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

52 minuttir síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

1 tími síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

1 tími síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir spildurnýggir spælarar á landsliðnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til B36

2 tímar síðan
Tíðindi

Tiltak um rúmliga arbeiðsmarknaðin

2 tímar síðan