Hósdagin 17.. september verður ein spennandi fyrilestur við David Arge Klevang, Associate Professor á DTU Space – Institut for Rumforskning og Rumteknologi.
- Fyrra partin av kvøldinum verður komið inn á tey mest áhugaverdu úrslitini frá fimm ára gransking á reyðu gongustjørnini við Perseverance rovaranum hjá NASA.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Klaksvikar kommunu í morgun.
Og her verða nakrir spurningar settir:
Nærkast vit einum svari til spurningin um lívið í tí stóra alheiminum?
Hvør er ætlanin fyri framman til tess at koma nærri at svarinum?
Hvussu kann hetta arbeiðið gagna Føroyum?
- Í seinna parti fara vit at viðgera, hvussu rúmdarøkið støðugt mennist og umrøða, hvussu relevant hetta er fyri Føroyar.
Víst verður á, at Føroyar liggja geografisk serstakliga væl fyri til at stuðla uppundir og at fara upp í space-vinnuna.
- Vit kunnu koma at hava ein avgerandi leiklut í teimum íløgum, sum vit komandi tíðina fara at síggja í Norðurhøvum og arktis – íløgur, sum eru avgerandi fyri norðurlond, evropa og vesturheimin.
Atgongumerki til fyrilesturin á 50 kunnu leypast um heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu - www.klaksvik.fo
Fyrilesturin verður fyriskipaður í samstarvi við Klaksvíkar Kommunu.