Ótrúliga langsskotsmálið hjá David Geza Turi fyri Grimsby Town í heimadystinum í League Two móti Bristol Rovers hevur fingið nógva umtalu í Onglandi.
Tá klokkan vísti 40 minuttir sendi Geza eitt dundur langskot í netið. Ein sokallaðan: "Screamer", sum tey nevna tað í Bretlandi. Geza økti til 2-0, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Málið hjá Geza er valt at vera millum fimm tey bestu málini í næstbestu, triðbestu og fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini: The Championship, League One og League Two.