Stórir skógareldar í Indonesia hava seinastu mánaðirnar sent stórar nøgdir av royki út yvir landslutir í Landsynningsasia.
Eldarnir hava síðan seint í juli herjað skógir, landbúnaðarjørð og mólendi í Indonesia. Sambært Copernicus Atmosphere Monitoring Service, CAMS, vóru útlátini frá indonesisku eldunum frá januar til september millum tey størstu, sum eru skrásett seinastu 24 árini.
Ein nýggj mynd frá Copernicus vísir eitt ógvuliga stórt roykskýggj yvir økinum. Myndin byggir á eina forsøgn frá 20. oktober klokkan 09 UTC.
Tey myrkareyðu økini á myndini vísa, hvar roykurin er tættastur. Tey liggja serliga yvir sunnara parti av Sumatra, sunnara parti av Kalimantan og sunnara parti av Nýguinea.
Ljósari reyðlitt øki vísir tunnari royk, sum røkkur út yvir Indiahav, meginlandið í Landsynningsasia og vestara part av Kyrrahavinum.
Ávirkar grannalondini
Roykurin heldur seg ikki innan fyri indonesisku landamørkini. Sambært Copernicus hevur hann eisini ávirkað luftgóðskuna í Malaisia og Singapor.
Copernicus fylgir leypandi við, hvussu roykur og onnur luftdálking flyta seg í lofthavinum. Upplýsingarnar kunnu brúkast til forsagnir og heilsutilmæli til fólk í teimum raktu økjunum.
Kortið er gjørt við dátum úr nýggja Fire Emissions Watch-amboðnum hjá CAMS. Tænastan savnar upplýsingar um skógareldar, útlát og spjaðing av royki.