info
Ongi úrslit
Gamli bygningurin hjá Eystara Landsrætti í Bredgade í Keypmannahavn

Vaskikona innilæst í fongsulskliva í trý samdøgur

Ein reingerðarkvinna varð av óvart læst inni í einum fongsulskliva í Keypmannahavn. Maður hennara fann súkkluna uttan fyri bygningin og boðaði løgregluni frá.

Eirikur Lindenskov
18. oktober 2026 kl. 12:58

Í trý samdøgur sat ein reingerðarkvinna innilæst í einum fongsulskliva í einum av gomlu bygningunum hjá Eystara Landsrætti í Bredgade í Keypmannahavn.

Tað skrivar Ekstra Bladet sambært Ritzau.

Óhappið hendi mikukvøldið 16. september, tá hurðin til klivan small aftur aftan fyri kvinnuna. Hon hevði onga fartelefon uppi á sær, og hurðin kundi ikki latast upp innanífrá.

Eystari Landsrættur flutti í februar 2022 í nýggjan bygning í Nordhavn. Síðani hevur býarrætturin í Keypmannahavn av og á brúkt gomlu hølini, men annars standa bygningarnir sambært Ekstra Bladet tómir.

Tí var eingin, sum varnaðist, at kvinnan sat innilæst.

Tá maður hennara kom heim leygardagin, undraðist hann á, hvar hon var, og fór at leita eftir henni. Uttan fyri gamla landsrættarbygningin sá hann súkklu hennara og boðaði løgregluni frá.

Kvinnan varð funnin og hjálpt úr klivanum. Síðani varð hon koyrd á sjúkrahús.

Jens Stausbøll, dómari og fjølmiðlasamskipari hjá býarrættinum í Keypmannahavn, váttar hendingina fyri Ekstra Bladet, men vil ikki gera fleiri viðmerkingar.

Reingerðarfyritøkan Coor, har kvinnan arbeiðir, váttar eisini tilburðin.

Sambært Ekstra Bladet fekk kvinnan boðið kreppuhjálp. Hon er síðani farin aftur til arbeiðis.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Minningarorð

Til minnis um pápa mín, Regin Drangberg

11 minuttir síðan
Tíðindi

Borgarafundur í Eydnuni á Oyrarbakka

19 minuttir síðan
Tíðindi

Seks bilførarar fingu klipp á Vaglinum

1 tími síðan
Tíðindi

Stríðið um havnargjøldini kemur á ting í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónir, kóp­ur og ti­l­búgv­ing á tingi í dag

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hannover-Burgdorf leikti javnt móti botnliði

3 tímar síðan
Tíðindi

Undirtøkan hjá Trump hevur ongantíð verið lægri

9 tímar síðan
Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

11 tímar síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

11 tímar síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

12 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

12 tímar síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

14 tímar síðan