Í høllini í Kollafirði vann H71 áttanda sigurin á rað.
H71 vann 31-28 á KÍF. Í steðginum var H71 á odda 13-12.
Við sjey málum hvør vóru Björgvin Páll Rúnarsson og Victor K. Thomadsen toppskjúttar hjá KÍF. Við 11 málum var Boas Ellefsen á Skipagøtu toppskjútti hjá H71.
Í høllini á Eiði vann Neistin stórsigur 45-25 á EB. Í steðginum var støðan 26-13.
Eiri Petersen var við seks málum toppskjútti hjá EB. Toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum var Rói Berg Hansen.
Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Kyndil trivaligan 34-18 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum var støðan 15-9 til kyndilsmenn.
Við seks málum var Jónas Sólsker toppskjútti hjá Team Klaksvík. Við átta málum hvør vóru Erling Erlendsson og Tobias Thisen toppskjúttar hjá Kyndli.
VÍF vann í høllini í Vestmanna 34-27 á StÍF. Í steðginum var støðan 20-16 til vestmenningar.
Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við 12 málum. Við sjey málum var Búi D. Poulsen toppskjútti hjá StÍF.
H71 er fremst í deildini við 16 stigum. VÍF er nummar tvey við 14 stigum. Kyndil hevur 10 stig og Neistin hevur níggju stig. KÍF hevur átta stig og EB hevur fýra stig. Team Klaksvík hevur tvey stig, og StÍF er aftast við einum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:
-
©