Í morgin hin 1. november, sum er allahalgannadagur og minningardagur teirra slólátnu, verða fleiri minningarhald kring landið.
Henda dagin minnast vit tey, sum sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum - av sjúku ella vanlukku.
Dagurin verður eisini hildin á Sandi, og her verður minningarhald við minnisvarðan klokkan 14.
Tað verður Havstein Klein, sóknarprestur, sum fer at tala við løtuna, og tað er Sands kommuna, sum skipar fyri.
Minningarhald verða eisini í Skálavík og í Skopun seinnapartin í morgin, og eisini her verður tað Havstein Klein, sum fer at siga nøkur orð.

Minningarhaldið í Skálavík, sum er tað fyrsta, verður klokkan 13, á Sandi klokkan 14 og í Skopun klokkan 15.