info
Ongi úrslit

U15-landsliðið vann ein og tapti tveir dystir

Mótstøðulondini vóru Malta, Kosovo og Estland

Mynd: Maltesiska fótbóltssambandið
Heri Á. Simonsen
22. oktober 2026 kl. 06:15

FSF skrivar:

- Úrtøkan gjørdist tvey tap og ein sigur í UEFA menningarkappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið á Malta. Mótstøðulondini vóru Malta, Kosovo og Estland

——————

– Hetta hevur verið ein góð og lærurík menningarkapping. Vit hava spælt tríggjar sera javnar dystir, har allir leikararnir fingu 100 minuttir ella meira í spælitíð.

– Høvuðsfokus í einari menningarkapping liggur longu í orðinum, nevniliga menning. Og tað halda vit eisini, at vit sóu í kappingini. Vit taptu tveir teir fyrstu dystirnar, men í øðrum dystinum vóru vit til dømis á odda 2-0, og hevði tað lagað seg øðrvísi, kundu vit staðið eftir við einum sigri. Tað eydnaðist so í síðsta dystinum eftir brotssparkskapping.

Soleiðis sigur Jákup Mortensen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, tá hann stutt tekur samanum UEFA menningarkappingina, sum farnu dagarnar hevur verið á Malta. Mótstøðulondini vóru Malta, Kosovo og Estland.

Í fyrsta dystinum taptu okkara gentur 3-1 fyri Kosovo. Málið hjá Føroyum skoraði Amalia Høgnadóttir.Í øðrum dystinum var spælt ímóti Estlandi. Føroyar komu á odda 2-0, men tá avtornaði vann Estland 4-2. Føroysku málini skoraðu Amalia Høgnadóttir og Heiðrun Leo Vang.

Síðsti dysturin var móti vertstjóðini Malta. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 2-2, og tí skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping. Har drógu Føroyar longra stráið og vunnu samanlagt 5-3.

Heiðrunn Leo Vang og Amalia Høgnadóttir skoraðu føroysku málini í vanligu leiktíðini, meðan Ida Müller, Jastrid Petursdóttir Simonsen og Ruth Jógvansdóttir Gardar skoraðu í brotssparkskappingini.

Føroyski málverjin Emma Feilberg bjargaði einum brotssparki, meðan tvey av skotunum hjá Malta fóru upp um málið.

– Millum dystirnar høvdu vit venjingar og fundir, har dentur bleiv lagdur á at fáa spælararnar at hugleiða um dystirnar og tosa um støður úr dystunum. Tað meta vit er gott fyri menningina hjá leikarunum, sigur Jákup Mortensen. Skrivar FSF.


Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

5 minuttir síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

32 minuttir síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

36 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 smurdi HB av

42 minuttir síðan
Fótbóltur

B36 sendi HB úr næstbestu deildini

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri deyð í hørðum jarðskjálvta í Tibet

1 tími síðan
Tíðindi

Keypspen­ing­ur­in varð ongan­tíð gold­in – nú sleppa Bú­staðir framat

2 tímar síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

3 tímar síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

6 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

6 tímar síðan