Tórshavnar kommuna keypir eitt gott 12.000 fermetra stórt øki á Signabø frá Betri Banka.
Keypsprísurin er 2,6 milliónir krónur, svarandi til umleið 214 krónur fyri fermetur. Við tinglýsingargjaldi og skeytiskostnaði verður samlaði kostnaðurin 2.635.000 krónur.
Keypið varð einmælt samtykt á býráðsfundinum í gjár.
Liggur upp at sethúsaøki
Sambært málslýsingini liggur økið væl fyri, beint upp at einum sethúsaøki og við vegatkomu.
Meginparturin av lendinum liggur oman fyri vegin og er fevndur av byggisamtyktini A1, sum er bústaðarøki. Ein minni partur liggur niðan fyri vegin og er lagdur til neystaøki og fjórða grundumráði.
Í málslýsingini er samlaða víddin upplýst at vera 12.137 fermetrar.
Ongar ítøkiligar ætlanir enn
Hóast kommunan keypir lendið við byggimøguleikunum fyri eyga, eru ongar ítøkiligar ætlanir fyri økið í løtuni.
Umsitingin metir tó, at kommunan eigur at taka av, nú møguleikin er at ogna sær byggilendi í Kollafjarðarøkinum.
Fíggjarnevndin tók undir við keypinum 7. oktober, og býráðið hevur nú góðkent bæði keypið og játtanina. Peningurin verður tikin av kontuni til keyp og sølu av ognum.