info
Ongi úrslit
- Bygningurin er ein sokallað bingjuloysn, sum er sett saman av fleiri bingjum, og eg haldi meg kunna siga, at her er alt farið upp í royk, sigur stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Stjórin í Hiddenfjord heldur, at tað, sum í nátt fór uppí royk hjá felagnum á Gomlurætt, helst er vert nakrar fáar milliónir

Vilmund Jacobsen
22. oktober 2026 kl. 12:18

- Tað vóru teir, sum vóru møttir til arbeiðis um 02-tíðina í nátt, sum boðaðu frá, at eldur var í bygninginum, sum eitt nú hýsir kantinu, skrivstovu, skiftirúmi, wc, brúsu og øðrum.

Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord um eldin, sum herjaði á økinum hjá alifelagnum á Gomlurætt í nátt.

Hann vísir á, at eldurin kyknaði stutt eftir, at fólk vóru komin til arbeiðis á blóðgistøðini úti á bryggjuni á Gomlurætt.

Bygningurin, sum eldur kom í, stendur innari á økinum.

- Bygningurin er ein sokallað bingjuloysn, sum er sett saman av fleiri bingjum, og eg haldi meg kunna siga, at her er alt farið upp í royk.

Atli Gregersen vísir á, at onkur útbúnaður, sum stóð á økinum nærindis bingjuloysnini, eitt nú ein trukkur, eisini sær út til at vera farin.

- Ein alinót var eisini á økinum, og vit vita ikki við vissu í løtuni, um hon er oyðiløgd.

Spurdur, um samlaði skaðin snýr seg um milliónir, heldur stjórin í Hiddenfjord fyri, at talan helst er um nakrar fáar milliónir, sum hann tekur til.

- Eingin var í bygninginum, tá eldurin kyknaði, og eg dugi ikki at siga, hvør orsøkin kann vera, men onkusvegna hugsar tú um, at talan kann vera um el.

Atli Gregersen leggur tó dent á, at enn er einki staðfest, og her skulu kanningar gerast, áðrenn orsøkin til eldin kann staðfestast.

- Vit eru næstan lidnir at taka fiskin, sum skal takast í alibrúkinum út fyri Velbastað, og her ætla vit at seta fisk útaftur um einar tveir mánaðir.

Stjórin í Hiddenfjord leggur aftrat, at felagið nú noyðist at útvega sær nýggjar fasilitetir á landi, sum í eldinum í nátt fóru upp í royk.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Keypspen­ing­ur­in varð ongan­tíð gold­in – nú sleppa Bú­staðir framat

57 minuttir síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

1 tími síðan
Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

1 tími síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

4 tímar síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

4 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

4 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

5 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

5 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

6 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

7 tímar síðan