info
Ongi úrslit
- Tíðindaskrivið hevur fleiri upplýsingar um kommununa og málsviðgerðina, sum ikki samsvara við tey faktisku viðurskiftini, sum kommunan hevur skjalprógv fyri

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

- Vit eru gjørd varug við tíðindaskriv frá BNLI viðvíkjandi NMC PROTECTOR. Í skrivinum verða settar fram álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar havn og einstøkum persónum

Vilmund Jacobsen
21. oktober 2026 kl. 16:21

Á sínari heimasíðu í dag skrivar Klaksvíkar kommuna soleiðis:

Viðmerking til tíðindaskriv um NMC PROTECTOR

Klaksvíkar kommuna er gjørd varug við tíðindaskriv frá BNLI viðvíkjandi NMC PROTECTOR. Í skrivinum verða settar fram álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar havn og einstøkum persónum.

Kommunan ynskir ikki at føra eina møguliga kærumálsviðgerð í fjølmiðlunum. Tó inniheldur tíðindaskrivið fleiri upplýsingar um kommununa og málsviðgerðina, sum ikki samsvara við tey faktisku viðurskiftini, sum kommunan hevur skjalprógv fyri. Tí metir Klaksvíkar kommunan tað vera neyðugt at rættleiða hesi viðurskifti.

Í fyrsta lagi verður Tummas J. Lervig í tíðindaskrivinum umrøddur sum verandi formaður í Havna- og vinnunevndini hjá Klaksvíkar kommunu. Hetta er ikki rætt. Tummas J. Lervig er hvørki býráðslimur, formaður ella limur í havna- og vinnunevndini. Kommunan hevur áður gjørt BNLI vart við henda faktuella skeivleikan.

Í øðrum lagi er ikki talan um, at havnameistarin 21. september 2026 gav boð um eina bráðfeingis ella tvingsilsgrundaða burturvísing av skipinum. Í fráboðanini varð víst á, at upprunaliga ætlanin var, at skipið skuldi liggja í Klaksvík í umleið tvær vikur, men at skipið tá hevði ligið í havnini í umleið seks mánaðir. Havnin boðaði tí frá, at hon ikki kundi bjóða skipinum framhaldandi langtíðarlegu og bað eigaran skipa fyri fráferð í seinasta lagi 15. oktober 2026.

BNLI svaraði tá sjálvt, at felagsskapurin skilti støðuna hjá havnini viðvíkjandi langtíðarleguni og ætlaði at fylgja tíðarfreistini og fyrireika fráferðina, tá ið tað kundi gerast undir tryggum umstøðum.

Í triðja lagi hevur Klaksvíkar Havn ikki givið boð um at sleipa, leggja hald á ella við tvingsli flyta NMC PROTECTOR. Samskiftið frá havnini hevur snúð seg um, at eigarin sjálvur skal skipa fyri, at skipið verður flutt úr Klaksvíkar havn.

Í fjórða lagi er Klaksvíkar kommuna ikki partur av nakrari privatrættarligu ósemju. Kommunan hevur eisini skrivliga gjørt BNLI vart við hetta.

Í fimta lagi tekur Klaksvíkar kommuna ikki undir við uppáhaldinum um, at ábyrgdin av NMC PROTECTOR er flutt til kommununa. Kommunan hevur tvørturímóti skrivliga boðað BNLI frá, at Klaksvíkar Havn ikki hevur tikið ábyrgdina av trygdini hjá skipinum, og at havnin hvørki hevur forðað ella ætlar at forða manningini í at hava eftirlit við egnum skipi.

Klaksvíkar kommuna tekur tær álvarsomu skuldsetingarnar í tíðindaskrivinum í størsta álvara, men kann ikki taka undir við, at pástandar verða settir fram, sum ikki samsvara við tað skjalprógvaða samskiftið í málinum.

Um kæra er latin Løgtingsins Umboðsmanni ella øðrum viðkomandi myndugleika, fer Klaksvíkar kommuna sjálvsagt at samstarva við myndugleikan og lata neyðugar upplýsingar og skjøl, sum verða umbiðin.

Kommunan hevur álit á, at ein møgulig kærumálsviðgerð fer fram eftir vanligum fyrisitingarligum reglum. Klaksvíkar kommuna fer tí ikki at viðgera persónligar skuldsetingar ella óskjalprógvaðar niðurstøður í fjølmiðlunum.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Keypspen­ing­ur­in varð ongan­tíð gold­in – nú sleppa Bú­staðir framat

58 minuttir síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

1 tími síðan
Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

1 tími síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

4 tímar síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

4 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

4 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

5 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

5 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

6 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

7 tímar síðan