info
Ongi úrslit

Úrslitið hjá Polar Seafood var 119 milliónir krónur

Úrslitið er aftur nøktandi, sigur grønlendska felagið Polar Seafood Group

Eirikur Lindenskov
9. mai 2025 kl. 08:54

Hóast minkandi kvotur av svartkalva, rækjum og kongafiski, so kemur Polar Seafood Group úr 2024 við einum tryggum úrsliti uppá 119 milliónir krónur áðrenn skatt og minnilutaáhugamál, samanborið við 84 milliónir krónur í 2023. 
Tað vísir ársfrágreiðingin hjá Polar Seafood, sum júst er kunngjørt.
Úrslitið fyri 2023 er tó bert partvíst sambærligt, tí allir trolararnir hjá Polar Seafood í 2023 vóru leingi á skipasmiðju.
Stjórin í Polar Seafood, Bent Salling, letur æruna fyri nøktandi úrslitið víðari til starvsfólkini.
– At vit hava kunnað rokkið hesum úrslitið í einum ári, har TAC (samlaða loyvda veiðan) fyri rækjur aftur er minkað, vísir greitt, at vit hava virkin og dugnalig starvsfólk í øllum felagnum, og tað eru vit sera takksom fyri, sigur Bent Salling.
Íkast til búskapin
Jaliga úrslitið merkir, at Polar Seafood eisini hevur gagnað grønlendska búskapinum munandi í ár.
Útgoldnar vórðu 528 mió. kr. í lønum til starvsfólk hjá Polar Seafoods og 411 milliónir krónur í útgjaldingum til uttanhýsis fiskimenn. Harumframt hevur felagið goldið 175 milliónir krónur í veiðugjaldi.

Myndin er ikki tøk

– Eg fegnist um, at vit saman hava skapt eitt so gott og fínt úrslit. Fyrst og fremst merkir tað, at vit skapa arbeiðspláss og arbeiðstrygd til okkara starvsfólk, og tað hevur týdning fyri okkum. Í øðrum lagi merkir okkara góðu úrslit, at vit gjalda skatt – og harvið stuðla okkara felags vælferð. Seinast men ikki minst eri eg glaður fyri, at vit vinna pening, tí tað ger okkum før fyri at framtíðartryggja fiskiskapin. Tann partin av vinninginum, sum ikki fer til lønir, útgjaldingar til uttanhýsis fiskimenn og veiðugjøld – tað brúka vit til at gera íløgur aftur í felagið, sigur fyrisitingarstjórin í Polar Seafood, Miki Brøns.
Svørt skýggj
Hóast 2024 var eitt nøktandi ár, so eru fleiri viðurskifti, sum væntandi fara at ávirka veiðuna negativt í longdini.
Tað er munandi óvissa í altjóða handlinum, og samstundis er TAC fyri rækjur í Vesturgrønlandi minkað við 18 prosentum afturat. Men tað størsta, sum fer at ávirka úrslitið fyri 2025 negativt, er nýggja fiskivinnulógin og fyrisitingarskipanirnar í henni. Tær merkja, at Polar Seafood missir ein triðing av kvotum sínum av svartkalva, og tað merkir, at tey raktu skipini missa millum 40 og 50 prosent av sínum vinningi áðrenn fíggingarkostnaðin.
Politiskt sjálvmál
Polar Seafood tekur undir við, at TAC er lækkað fyri at tryggja burðardygga veiðu, men vísir samstundis á, at lægri veiðan ger tað enn vandamiklari, at grønlendska landsstýrið í løtuni velur at taka kjansir við fíggjarviðurskiftunum hjá fiskivinnufeløgunum. Polar Seafood er av teirri áskoðan, at tørvur er á at eftirmeta mátan, tilfeingisrentan fyri rækjur verður roknað upp, soleiðis at hon fylgir nærri teimum stóru broytingunum í TAC, sum beinleiðis ávirka inntøkurnar hjá feløgunum.
– Fiskivinnan er full av óvissum. Vit hava ongan trupulleika at liva við teimum óvissum, sum náttúran hevur skapt, men tað er tankavekjandi, at størsta búskaparliga óvissan hjá reiðaríum og starvsfólkum teirra í 2025 er politiskt skapt og fer eisini at skaða búskapin í landinum bæði uppá stutta og langa sikt, sigur Miki Brøns.
Polar Seafood væntar tó ikki, at hesi viðurskifti fara at ávirka ársroknskapin til fulnar. Í 2025 er væntanin, at úrslitið fyri minnilutaáhugamál minkar ein triðing og verður á sama støði sum í 2023 – umleið 84 mió.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

13 minuttir síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

26 minuttir síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

43 minuttir síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

1 tími síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

1 tími síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

2 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

3 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

3 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

3 tímar síðan